HITT OKKARA FLOKK
Bárður á Steig Nielsen
Formaður Sambandsfloksins
Um flokkin
Sambandsflokkurin varð stovnaður í 1906 og er ein demokratiskur og liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari, tryggari og frísinnaðari menning av Føroya fólki - búskaparliga, mentanarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.
Sambandsflokkurin er eisini ein sosialt sinnaður flokkur, har dentur verður lagdur á góðar vælferðartænastur, rættartrygd o.a.
Sambandsflokkurin heldur, at ein vinnudrivin búskaparvøkstur er besta grundarlagið fyri einum sterkum samfelagsbúskapi, herundir inntøkum hjá tí almenna og dygdargóðum almennum tænastum.
Sambandsflokkurin er somuleiðis ein flokkur, sum heldur, at ríkisfelagsskapurin við Danmark er týðandi fortreyt fyri einum samfelag í menning. Flokkurin er einasti flokkur, sum fult gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum.
Sambandsflokkurin er ein av størstu politisku flokkunum í Løgtinginum.
Valhagtøl fyri løgtingsval:
2019 / 31. august: 20,3% av samlaðu atkvøðunum ella 6.882 atkvøður
2015 / 1. september: 18,7% av samlaðu atkvøðunum ella 6.046 atkvøður
2011 / 29. oktober: 24,7% av samlaðu atkvøðunum ella 7.546 atkvøður
Valhagtøl fyri fólkatingsval:
2019 / 5. juni: 28,3% av samlaðu atkvøðunum ella 7.360 atkvøður
2015 / 18. juni: 23,5% av samlaðu atkvøðunum ella 5.500 atkvøður
2011 / 15. september: 30,8% av samlaðu atkvøðunum ella 6.362 atkvøður
Umboðanin á Tingi
Sjey flokkar eru umboðaðir á Tingi. Eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk er, at hann gongur eftir tveimum ásum: einum tjóðskaparligum í spurninginum millum Føroyar og Danmark og einum hugmyndafrøðiligum frá vinstru til høgru. Føroyska flokkaskipanin hevur sín uppruna í teirri spjaðing, sum eftir 1900 kom í føroysku tjóðskaparrørsluna, ið tók seg upp í seinasta fjórðingi av 19. øld.
Um heimasíðuna
Politikkur snýr seg grundleggjandi um kjak og meiningarmyndarí. Heimasíðan hjá Sambandsflokkinum er eitt opið og demokratiskt torg, har limir eins væl og ikki-limir kunnu geva teirra meiningar til kennar.
Høvuðsendamálið við heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum er, at henda virkar sum ein týðandi samskiftismiðil til at lýsa, hvat flokkurin stendur fyri politiskt, og skapa og menna samband millum veljaran, samfelagið og flokkin - brúgvabygging. Harafturat er endamálið, at heimasíðan kann verða við til at stuðla undir fólkaræðið, menna politisku mentanina og menna politikkin hjá flokkinum.
Heimasíðan kann eisini verða við til at styrkja politiska kappingarførið hjá Sambandsflokkinum.
Leiðslan vónar, at allir borgarar, sambandsveljarar, fjølmiðlar og aðrir áhugabólkar við hesum fáa ein effektivan samskiftismiðil til at fylgja við í, hvat hendir í flokkinum, um politisk mál og verkætlanir og politiskar meiningar.
Leiðslan væntar, at tingmanning, landsstýrisfólk, veljarafeløg og onnur sambandsáhuga fara at brúka heimasíðuna sum samskiftisamboð og vilja taka lut í politiska samfelagskjakinum við at skriva greinar, veita upplýsing o.a.
Vælkomin á heimasíðuna hjá Sambandsflokkinum!
Heimasíðan er í veruleikanum ein politiskur leikpallur
við politiskum drama og hendingum og ymiskum pallmyndum