FÁ KUNNLEIKA UM OKKARA POLITIKK


      


Stórur flokkur og politisk ábyrgd
Sambandsflokkurin er ein av størstu politisku flokkunum í Føroyum. Flokkurin hevur frá veljarunum fingið eitt stórt álit at verða við til at leiða og stýra landinum, og vil tí gera alt fyri at føra ein ábyrgdarfullan politikk á øllum málsøkjum.

Til tess at liva upp til politisku ábyrgdina hevur Sambandsflokkurin m.a. orða stevnuskrá, politisk kjarnuvirði, visjón, mál og strategi, sum greitt skulu vísa veljarunum og borgarunum, hvørjar meiningar, hugburð, karmar og rætning flokkurin politiskt arbeiðir við og virkar fyri.

Henda ábyrgd, sum er latin flokkinum ynskir leiðslan eisini skal síggjast aftur við, at flokkurin í mest møguligan mun heldur tey politisku lyfti, sum eru givin veljarunum. Ein partur av politisku telvingini kann kortini hava við sær, at flokkurin ikki hvørja ferð fær alt, sum ynskist og spurningurin kann tí viðhvørt verða antin at fáa alt ella onki, ella semjast og harvið kunna luttaka og fáa ávirkan.

Dagligi politikkurin hjá Sambandsflokkinum verður lýstur við politiskum greinum og øðrum viðkomandi tilfari.

Skúlasíðan
Harafturat kunnu ung lesandi ella skúlar útvega sær upplýsingar og vitan um politisku skipanina í sambandi við lestur og frálæru. Endamálið er at hálpa til at geva áhugaðum innlit í politikk og eisini verða við til at ala upp áhugaðar ungdómar at taka lut í politiskum virksemi.

Allýsing av politikki - hvat er politikkur?
Politikkur er ein tilgongd, har ein bólkur tekur avgerðir fyri at stýra ella ávirka menningina innan eitt ella fleiri øki í einum samfelag.

 

Politikkur snýr seg um m.a. at arbeiða við politiskum visjónum, málum og strategi, flyta mørk, vísa rætning og annars at taka lut í einari avgerðartilgongd, royna at ávirka og fáa politiskt vald.

Evsta málið í politikki má verða at skapa nøgdar borgar - borgarar, sum allir fáa møguleika at liva tað góða lívið.

Sjálvt um hugtakið politikkur vanliga verður brúkt um statir, so kann politikkur eisini síggjast í øllum menniskjaligum (og nøkrum ikki-menniskjaligum) bólkasamanspæli, íroknað fyritøkur, og eisini akademiskar og átrúnaðarligar institutiónir.

I veruleikanum fevnir politikkur um organisatorisku uppbyggingina av einum landi ella samfelag - frá statsleiðara til parlament og niður til borgaran.

Nógvir filosoffar, politiskir granskarar og praktiserandi politikarar hava givið teirra boð uppá, hvussu politikkur verður til í einum samfelag, hví politikkur er neyðugur og hvat meinast við at hava politiskt vald.


Rembrandtmálningur - "Filosoffurin" frá 1663

Alternativar allýsingar
Tað kunnu eisini brúkast aðrar allýsingar til at dekka onnur sjónarmið av politikki:

Orðabókadefinitiónir – til dømis "kunsturin og vitinskapurin at stjórna".

Tekstbókadefinitióner – til dømis "ein tilgongd at loysa ósemjur, har stuðul verður fingin til vega og viðlíkahildin fyri kollektivar verkætlanir".

Teoretikarar, sum allýsa politikk soleiðis:
Harold Lasswell: "Hvør fær hvat, hvar, nær og hvussu"
David Easton: "Politikkur er tann autoritativa fordeilingin av virðum - galdandi fyri eitt samfelag"

Praktikarar, sum allýsa politikk soleiðis:
- Otto von Bismarcks: "Politikkur er kunsturin av uppnáiligheit" og "Politik ist die Kunst des Möglichen" / "Politik er det muliges kunst"
- Olof Palme: "Politikkur er at vilja".
- Sverigesdemokraterne i valgvideo 2010: "Politikkur handlar um raðfestingar í samfelagnum"

Hvar stava heitini "Vinstra" og "Høgra" frá í politikki?
Ein nógv brúkt dimensjón í politikki, umframt samband-loysing, er vinstra-høgra. Heitini stava upprunaliga frá franska Tjóðartinginum 1789, av tí, at "Fólksins vinir" høvdu teirra sitipláss til vinstru í tingsalinum, meðan viðhaldsfólkini hjá kongi sótu til høgru.