Um at síggja veruleikan í eyguni

17. juni 2015


Føroyar eiga at tryggja sær góða atgongd til sterkað og lønsamað ES-marknaðin


Tá ið Danmark valdi at fara uppí ES 1. januar 1973 valdu Føroyar at halda seg uttanfyri.

Vælvitandi um, at hetta kundi geva okkum trupulleikar, tí talan er um tveir partar av sama ríki, sum valdu hvør sína støðu í Europa. Í hesum tíðarskeiði hava vit í stóran mun sjálvi megnað at loyst politisku trupulleikarnar.

Ein bugla ella skøva kom í lakkið, tá ið ES fyri stuttum valdi at boykotta Føroyar, men júst í hesum máli er umráðandi, at vit fyrihalda okkum til veruleikan, sum vit endaðu í, og koma víðari.

Vit eiga at minnast til, at ES og Europa hevur verið størsti og keypssterkasti marknaðurin fyri føroyskan fisk og føroyskar fiskavørur í meira enn 100 ár. Vit eru ikki limir í ES, men vit eru partur av Evropa og eiga tí at tryggja okkum eina góða atgongd til hendan sterkað og lønsamað marknað.

At fíggjarstøðan í fleiri ES londum er vánalig, og at fleiri lond stríðast fyri at fóta sær aftur síðan fíggjarkreppuna, hevur gjørt, at keypiorkan ikki er tað hon hevur verið. Men eingin skal ivast í, at eisini í hesum londum fara broytingar til tað betra at koma.

Tí virkar tað løgið, at flokkar gera ein framtíðar marknað til trølli á vegginum, og skal henda ræðumynd verða sloganin til fólkatingsvalið. Vit eiga ikki at gloyma, at okkara fiskivinna bæði á sjógvi og landi, upp ígjøgnum tíðina hevur ment seg á hesum marknaði, og hava vit ætlanir í framtíðini at menna henda marknað enn meir.

Ti eiga vit at virka fyri, at atgongdin til ES-marknaðin gerst uppaftur betri.

Tað verður best gjørt við einum sambandsumboði á Fólkatingið.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur