Persónliga og fíggjarliga frælsi tryggjast við okkara Ríkisfelagsskapi

17. juni 2015



Fólkatingsval verður hósdagin 18. juni og veljarin skal taka støðu til í hvønn mun Ríkisfelagsskapurin skal útviklast ella avviklast. Veljarin skal eisini taka støðu til, hvussu vit best tryggja okkara vælferðarsamfelag.

Tað hevur tí alstóran týdning, at allir Sambandsveljarar møta fjølmentir á val og soleiðis kunnu tryggja, at Føroyar framhaldandi verða eitt gott land at liva í, bæði fyri børn, ung, vaksin og eldri.

Tað er ikki pláss fyri eksperimentum, sum kunnu seta vælferðina hjá borgarunum í vanda, eitt nú við at skerja ríkisveitingina og harvið lækka støðið á kjarnutænastum til sosiala økið og heilsuøkið.

Far tí á val og gerð tína ávirkan galdandi við at velja Sambandsflokkin, lista B, og eitt av valevnunum.

Vinarlig heilsan

Kaj Leo Holm Johannsen
Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur