Vælferð og heilsutrygd fært tú við Sambandsflokkinum

17. juni 2015



Eg ynski, at Føroyar skulu vera eitt vælferðasamfelag á hægsta støði, sum kann veita teimum, sum koma til skaða, eins og teimum sjúku og eldru eina góða og nøktandi tænastu, á øllum sjúkrahúsum, uppvenjingarstøðum v.m. í Ríkinum.

Hetta gerst best fíggjarliga og viðgerðaliga í einum sterkum Ríkisfelagskapi, sum Sambandsflokkurin gongur inn fyri at varðveita og menna.

Sambandsflokkurin vil, at ríkisveitingin skal brúkast til at hækka støðið innan heilsuverkið og serforsorg og fólkapensjón, og harvið hækka okkara vælferð.

Sambandsflokkurin vil, at hækkingin av ríkisveitingini skal brúkast til hækking av pensjónum.

Sambandsflokkurin vil, at tann sum kemur til skaða ella blívur sjúkur, skal hava markleysa atgongd til øll sjúkrahús ella viðgerðarstøð, í ríkinum.

Sambandsflokkurin vil, at tey lesandi skulu hava markleysa atgongd til sína útbúgving á øll universitetum og lærustovnum í ríkinum.

Sambandsflokkurin vil betra um okkara búskaparliga haldførið, økja um okkara altjóða kredittmeting og harvið skapa møguleikar fyri at fáa lægst møguliga rentu.

Sambandsflokkurin vil skapa ein støðugan búskap, sum hevur við sær arbeiðið, tryggleika og trivna í Føroyum, og sum aftur hevur við sær ein fólkavøkstur, sum vit hava í dag - og vøksturin skal halda fram.

Sambandsflokkurin vil, at Føroyar skulu fáa betri handilsavtalur fyri okkara vørur á ES-marknaðinum.

Sambandsflokkurin vil, at allar markaforðingar millum Føroyar, Grønland og Danmark skulu burtur.

Sambandsflokkurin verjir og virðir tað persónliga- og fíggjarliga frælsi hjá øllum føroyingum.

Sambandsflokkurin vil tryggja føroyska uppsparing, m.a. við at verandi og komandi bankapakkar eisini koma at fevna um Føroyar.

Tín vælferð og trygd, er okkara ábyrgd.

Ynskir tú vælferð, heilsutrygd, búskaparvøkstur, fólkavøkstur, útbúgvingarmøguleikar, betri marknaðaratgongd v.m., so er svarið Sambandsflokkurin.

Tí vil eg heita á teg um at fara á val hósdagin 18. juni og velja Sambandsflokkin, ella eitt av valevnunum á Sambandslistanum.

Alfred Olsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur