Nú er at verja borg

17. juni 2015



Eftir seinastu veljarakanningina er ein stór mobilisering av veljarum farin í gongd.

Tað, sum fer fram hesar avgerandi tímarnar áðrenn fólkatingsvalið, er, at aðrir flokkar – og enntá fjølmiðlar – royna at fáa øði í grindina.

Hjá Sambandsveljarum ræður um at sláa kalt vatn í blóðið og halda fast um sambandsvirðini og minnast til úrslitini, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur framt fyri Føroyar.

Standið saman um Sambandsflokkin og tann góða politikkin, har ið vit útvikla Ríkisfelagsskapin og menna føroysk rættindi.

Bárður Nielsen
Næstformaður og valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur