Moody’s: Betri útlit í Føroyum

2. august 2015


Sambandsflokkurin kann best tryggja, at vit framhaldandi kunnu menna okkara vælferðarsamfelag og tryggja ein sterkan og støðugan búskap.


Ratingfyritøkan Moody’s kunngjørdi seint fríggjakvøldið teirra kredittmeting av Føroyum.

Føroyar varðveita ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Men samstundis eru útlitini broytt frá at vera negativ til at vera støðug.

Orsøkin til, at útlitini eru betrað, eru sambært ratingfyritøkuni:

- Ein úrslitagóð ætlan at minka um hallið á fíggjarlógini
- At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og
- At búskapurin er sterkari, m.a. orsakað av vøkstri í BTÚ og lágum arbeiðsloysi

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru, um fíggjarlógin aftur kemur í eina langtíðarjavnvág, at skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging.

Hinvegin eru viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating, um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, um skuldin veksur nógv meira, um viðurskiftini við Danmark versna og um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna.

Sambandsflokkurin er tann flokkur, sum best kann tryggja, at vit framhaldandi kunnu menna okkara vælferðarsamfelag og tryggja ein sterkan og støðugan búskap.

Kaj Leo Holm Johannesen
Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur