Framhaldandi menning av Havnini

2. august 2015


Vel eina sterka rødd í Løgtingið, sum kann tosa og virka fyri áhugamálum hjá øllum Føroyum, Havnini og høvuðsstaðnum


Eg hoyri javnan frá borgarunum í Havn, at høvuðsstaðurin ongan góðan hevur á Føroya Løgtingi, t.v.s. hevur onga góða rødd og landspolitikarar, sum kunnu arbeiða fyri menning av høvuðsstaðnum. Hetta hendir sjálvt um 20.000 íbúgvar ella 40% liva og virka til dagligt í Tórshavnar Kommunu.

Tað er egentliga syrgiligt nýliga at kunna staðfesta, at samgongulimir beinleiðis eru ímóti at menna høvuðsstaðin og harvið skapa grundarlag fyri at gjøgnumføra neyðugar mennandi útbyggingar ella verkætlanir.

Men tað gongur gott í Havnini, hóast vantandi landspolitiska uppbakningin. Vit hava hækkandi skattainntøkur, og nógvar spennandi kommunalar íløgur eru við at fara av bakkastokki, eitt nú havnaútbyggingin, Skúlin á Fløtum, Musikkskúlin o.s.v.

Vit hava eisini Marknagilsdepilin, sum er komin væl áleiðis, og sum væntast at verða liðugur um 1-1,5 ár. Ein verkætlan, sum arbeitt hevur verið við í eini 35 ár, serliga sæð frá Tekniska Skúla í Tórshavn.

Men tað er nærum eingir pengar settir av á fíggjarlógini til infrakervið í høvuðsstaðarøkinum ella til ytra ringvegin. Enn væntar eitt campus og Unisversitetsumhvørvi í Havnini, har Fróðskaparsetrið verður savnað á einum stað. Tað eigur at vera slóðað fyri, at Tórshavn verður ein Universitetsbýur ella ein lestrarbýur. Vit hava neyðugu kringumstøðurnar og fortreytirnar her í Havn.

Okkara landspolitikkur skal slóða fyri, tá tað gongur gott í Tórshavn og høvuðsstaðnum, sum bara kann hava eina avleidda effekt fyri allar Føroyar – hetta, at ein høvuðsstaður kann virka, sum t.d. altjóða trekkblástur fyri vinnuligt virksemi og mentan fyri allar Føroyar.

Vit eiga at savna og effektivisera landsumsitingna og heilsutænastur her í Tórshavn og steðga við at spjaða hana runt alt landið. Vit hava gjøgnum tíðirnar útbygt vegakervið fyri milliardir og gjørt skipanir fyri fólk, sum pendla aftur og fram, her hugsi eg um koyrifrádrátt. Tí eru góðar fortreytir fyri at rationalisera almennar stovnar og flyta fólk og arbeiðsmegi lætt og skjótt runt um í landinum. Undantakið er sjálvandi Suðuroyggin og Sandoyggin, sum eru í einari serstøðu.

Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki.

Vel eina sterka rødd í Løgtingið, sum kann tosa og virka fyri áhugamálum hjá øllum Føroyum, Havnini og høvuðsstaðnum.

Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur