Ríkisfelagsskapur gevur Føroyum betri rentu

3. august 2015


Stabiliteur og støða Føroya í ríkisfelagsskapinum hevur enn eina ferð dugnað øllum føroyskum bústaðaeigarum og tryggjað privatu og almennu Føroyum lægri rentustøði


Altjóða ratingstovnurin Moody’s, sum á hvørjum ári ger metingar av búskaparligu støðu Føroya, hevur enn eina ferð sligið fast, at ríkisfelagsskapurin og samlaða kredittvirðið hjá ríkinum gevur Føroya landi betri rent

 

Tað vil siga, at støða Føroya í ríkisfelagsskapinum ber í sær, at tú og eg, fyritøkur og landskassin fáa lægri rentu, tá ið lán skulu takast.

 

Aðrir politiskir flokkar vilja ikki nevna hetta, nú løgtingsval er í hondum. Eftir øllum at døma skal ein negativ søga um ríkisfelagsskapin forteljast fyri veljarum.

 

Men tað stendur svart upp á hvítt í nýggjastu metingini hjá Moody’s, at:

 

”Ein styrki, sum eisini skal takast við í metingina, er hitt støðuga og søguliga sambandið við Danska Kongaríkið (Aaa, Stable) við greitt ásettum felagsmálum undir Heimastýrislógini frá 1948”.

 

Eisini skrivar Moody’s, at eitt veikari samband millum Føroya og Danmark vil ávirka ratingina negativt.

 

Harvið hevði rentustøðið hækkað, og tað hevði blivið dýrari hjá privatfólki, fyritøkum og landskassanum at tikið lán.

 

Hetta prógvar tað, sum vit í Sambandsflokkinum støðugt greiða frá – nevniliga, at Føroyar gerast eitt munandi dýrari land at liva í, um fullveldiskreftirnar fáa sín politiska vilja. Nevnast skal, at Føroyar frammanundan eru millum dýrastu lond í heiminum.

 

Hugsa tær, hvussu hetta man pína hjá sonevndu sjálvstýrisrørsluni – hjá teimum, ið vilja kroysta eina stjórnarskipan ígjøgnum Løgtingið og harvið avtaka ríkisfelagsskapin?

 

Fyri ein góðan ordan skyld skal nevnast, at tað sjálvandi eisini hevur ávirkan á metingina hjá Moody’s, at uppisjóvarfiskiskapurin er góður, at arbeiðsloysið er minkað, og at alt bendir á, at tamarhald fæst á undirskotinum á fíggjarlógini frá 2016 at rokna.

 

Høvuðsniðurstøðan er: ríkisfelagsskapurin hevur positiva fíggjarliga ávirkan beinleiðis inn í hvørt heim í Føroyum.

 

Minst til tað á løgtingsvalinum 1. september.

 

Bárður Nielsen,  løgtingsmaður

Valevni fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur