Løgtingið bað um at fáa bind fyri eyguni

3. august 2015



Grindalógin má broytast. Tað hoyra vit aftur og aftur í hesum døgum. Hon styggir ferðafólk av landinum, og hon virðir ikki tey rættindi, sum grundlógin tryggjar okkum øllum.

Í útvarpstíðindunum sunnudagin varð spurningurin reistur, hvussu tað kann bera til, at løgtingið hevur samtykt eitt uppskot, sum er beinleiðis brot á bæði grundlógina og heimastýrislógina. Svarið var, at orsøkin kundi vera, at lógin var skundað ígjøgnum.

Møguliga er tað ein partur av orsøkini, men tað er ikki øll orsøkin.

Løgtingsfyrisitingin fekk munnkurv
Vit hava eina Tingskipan, sum áleggur fyrisitingini í Løgtinginum at siga frá, um uppskot verða løgd fyri tingið, sum ikki samsvara við tær yvirskipaðu lógirnar. Tingformaðurin skal mæla Løgtinginum til at burturvísa mál, sum ikki lúka hesar treytirnar.

Fyrr stóðu grundlógin, heimastýrislógin, stýrisskipanarlógin, tingskipanin og millumtjóða sáttmálar á listanum yvir tað, sum øll lógaruppskot skuldu samsvara við. Men 1. mars 2011 løgdu Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin uppskot fyri tingið, um at broyta hesa ásetingina. Nú skuldi fyrisitingin hava munnkurv, tá talan var um ósamsvar við grundlóg, heimastýrislóg og millumtjóða sáttmálar. Løgtingið skuldi hava møguleika at viðgera mál, sum „mýktu ríkisrættarligu støðuna”, stóð í viðmerkingunum.

Men grundlógin er so ótrúðliga nógv annað enn ríkisrættarliga støðan. Tað hava uppskotsstillararnir helst ikki hugsað um.

Uppskotið varð samtykt. Tjóðveldi, Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og størsti parturin av Fólkaflokkinum atkvøddu fyri. Løgtingið samtykti harvið at geva sær sjálvum bind fyri eyguni, hvat hesum yvirskipaðu reglum viðvíkur, og grindalógin er eitt gott dømi um, at samtyktin sær út til at virka.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur