Sambandsflokkurin blandar ikki valstríð og ítrótt saman

4. august 2015


Sambandsflokkurin vil ikki blanda politiskt valstríð og ítrótt saman


Fríggjadagin og leygardagin 28. og 29. august verða steypafinalurnar í fótbólti spældar og hava politisku flokkarnir fingið eitt tilboð um at lýsa í sambandi við valstríðið til løgtingsvalið.

Sambandsflokkurin heldur tað ikki verða rætt at blanda politiskt valstríð og ítrótt soleiðis saman, og hevur tí gjørt av ikki at lýsa til steypafinalurnar.

Kaj Leo Holm Johannesen
Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur