Lat okkum nú savnast um Sambandsflokkin

5. august 2015



Nú misálitið á løgmann varð felt í Løgtinginum, verður tað veljarin, ið eigur síðsta orðið at fella dóm um niðurstøðuna í frágreiðingini hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, í CIP-málinum, soleiðis at vit endaliga kunnu leggja hetta málið aftur um okkum. Líka mikið, hvønn dóm veljarin fellir yvir partarnar í CIP-málinum, so hevur tað stóran týdning, at vit nú savnast um Sambandsflokkin, soleiðis at vit fáa ein sterkan Sambandsflokk á ting eftir løgtingsvalið tann 1. september.

Sambandsflokkurin er garantur fyri, at vit verða verandi í Ríkisfelagsskapinum, og ikki verða blakaði út í nakað fullkomiliga ófyrireikað eksperiment uttan fyri felagsskapin. Tað verður tí ein vanlukka, um loysingarkreftirnar koma framat eftir løgtingsvalið.

Loysingarkreftirnar hava einki at bjóða føroyingum uttan romantiskar ynskidreymar um, hvussu gott alt hevði verðið, um Føroyar stóðu einsamallir uttan fyri Ríkisfelagsskapin. Hvussu verður t.d. tá við føroyska gjaldoyranum? Í dag brúka londini í Ríkisfelagsskapinum donsku krónuna, og danska krónan er eitt lítið gjaldoyra í altjóða høpi, sum meira enn einaferð hevur verið sett undir trýst av altjóða spekulantum. Tað sóu vit seinast tíðliga í hesum árinum, tá ið tað var um reppið, at tjóðbankin tapti stríðið móti spekulantunum. Tað er tí fullkomiliga óhugsandi, at Føroyar kundi staðið einsamallir, við egnum gjaldoyra og allari tí umsitingini, ið hartil hoyrir.

Líka síðan fólkaatkvøðuna í 1946, tá loysingarkreftirnar steðgaðu upp, hava loysingarfólk meyla og leika í um hesa atkvøðuna, meðan onnur hava savna tjóðina, bygt land og ment føroyska vælferðarsamfelagið, innan fyri Ríkisfelagsskapin, til tað samfelag, vit hava í dag. Lat okkum tí halda fram, at menna og dagføra føroyska vælferðarsamfelagið innan fyri felagsskapin.

Eg fari tí at heita á teg um at fara á val tann 1. september og seta kross við Sambandsflokkin.

Vinjard Johansen
Valevni Sambandsfloksins


RN


Aftur