Komið og standið saman um okkara Sambandsflokk

5. august 2015


Fyri sambandsfólk er støðan greið - felags støði á felagsmálum.


Hvi eri eg Sambandsmaður?

Eg eri frá hjartanum sera góður við mítt land og fólkið, sum her býr. Eg meti meg verða sera tjóðskaparligan, eg elski tað, sum er føroyskt, og havi sera stóra virðing fyri okkara mentan og tí, sum mínir forfedrar hava skapt her á landi.

Eg haldi, at vit hava ein góðan og sera sterkan felagsskap, sum er 600 ára gamal og sum gevur hvørjum einstakum av okkum stórt persónligt frælsi.

Eg veit av royndum sum løgmaður í skjótt 7 ár, at vit eru sterkari saman, og tey 3 londini hava nógvar fyrimunir av felagsskapinum.

Vit kunnu gera brúk av 80 sendistovun úti í heimi og vit hava felagsmál, sum vit gjalda í felag.

Vit skulu til samráðingar við danir um vit koma í stjórn, hetta fyri at eftirmeta, um tann skipan, sum vit fingu í 1988 er nøktandi til dagsins samfelag.

Fyri sambandsfólk er støðan greið - felags støði á felagsmálum.

Tað er bíligari fyri hvønn einstaka at vera í hesum felagsskapi sambært Moodys, og tað er tryggari fyri okkum privatkundar í okkara bankum, at vit eru við í ríkisins bankapakkum.

Tað er sera umráðandi at vera við í hesari trygdarskipan. Hetta veit eg av royndum, tí eg sat við leiðsluni í okkara landi, tá hart leikaði á við Eik, sum varð bjargaður av einum sterkum ríkisfelagsskapi.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur