Samgongan tryggjaði fiskivinnuna komandi fiskiár

6. august 2015



Andstøðan
Stóð tað upp til Tjóveldi, so var heimaflotin lagdur 1. sept. 2015, tí tað hevði verið fylgjan av, at tey atkvøddu ímóti, tá Lógin um vinnuligan fiskiskap var til 3. viðgerð, og hetta hevði verið ein katastrofa fyri alt tað føroyska samfelagið.

Sama gerð seg galdandi fyri Framsókn, sum eisini atkvøddi ímóti.

Javnaðarflokkurin og Sjálvstyrisflokkurin eru í sama báti, sjálvt um hesir flokkar atkvøddu blankt, tí tá hevði ongin lóg verið galdandi, sum tryggjar, at skip og bátar undir fiskidagaskipanini, kundi fari til fiskiskap aftaná 1. sept. í ár.

Veljarin eigur at hava hesa óforsvarligu viðgerð móti okkara heimaflota og teimum fólkum, sum arbeiða innan fiskivinnuni, í huganum, tá krossurin skal setast á løgtingsvalinum 1. sept.

Samgongan
Samgongan veit hvønn fíggjarligan týdning fiskivinnan hevur fyri alt okkara samfelag, tá talan er um arbeiði og inntøkur, bæði á landi og sjógvi, og samgongan kendi sína ábyrgd, stóð saman og samtykti Lógina um vinnuligan fiskiskap við somu fiskidøgum komandi fiskiár, sum í inniverandi ári.

Púra beint at hava somu fiskidagar komandi ár
Eg eins og øll løgtingsfólk, hava í yvir 1 mánað kent tilmæli frá Havstovuni, um at taka allar óbrúktar dagar plus helvtina av teimum brúktu døgunum frá skipum og bátum, og tilmæli frá Fiskidaganevndini, um at hava sama dagatal komandi ár. Út frá hesum tilmælum hava øll kunna tikið støðu til fiskidagarnar.

Eg var á fundi við landsstýrismannin í Fiskivinnumálum og út frá grundgevingunum í tilmælunum, vórðu vit samdir um at hava sama fiskidagatal komandi fiskiár, sum í ár.

Eg haldi, við grundarlagið í tilmælunum frá serfrøðini, tað vera púra beint at tilluta bátum og skipum somu fiskidagar komandi fiskiár, sum í ár, tí veiðitrýstið er ikki ov stórt, og tí vinnan tillagar veiðuna eftir fiski undir Føroyum, alt eftir hvussu fiskastovnarnar eru fyri - tað vísa veiðihagtølini øll hesi seinastu árini. Í summar eru t.d. fleiri línuskip og fiska av grønlendskari kvotu í EysturGrønlandi, og hetta vísir, at í vinnuni finst tað neyðuga dreivið og viljin til at finna loysnir, og tí skulu vit ikki binda virksemi í vinnuni niður.

Gongst væl í fiskivinnuni, gongst væl í tí Føroyska samfelagnum, og hesum vil eg framhaldandi virka fyri.

Alfred Olsen, løgtingsmaður og formaður í Vinnunevndini
Valevni Sambandsfloksins


RN


Aftur