
Gitte Klein - nýtt valevni hjá Sambandsflokkinum
6. august 2015
Gitte Klein, varastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt, er valevni fyri Sambandsflokkin, tá val verdur.
Gitte Klein, varastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt, er valevni fyri Sambandsflokkin, tá løgtingsval verður.
Gitte er 41 ára gomul og býr í Tórshavn, og umframt lærarastarvið, hevur hon eisini egna fyritøku sum skeiðs- og fyrilestrarhaldari.
Gitte hevur gjørt av at stilla upp fyri Sambandsflokkin. Orsøkin er tann stóri áhugin fyri samfelagsviðurskiftum. Hennara drúgvu starvs- og útbúgvingarroyndir gera, at hon kennir týdningin av, at karmarnir til vinnuna eru í lagi, samstundis leggur hon dent á trivnaðin hjá familjuni og einstaklinginum í samfelagnum.
RN
Aftur