Eingin ófíggjað króna á fíggjarlógina

6. august 2015



Eitt høvuðseyðkenni hjá Sambandsflokkinum er – og fer vónandi altíð at verða – at vit vilja føra ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Vit arbeiða hart fyri at fáa inntøkur til felags húsarhaldið, og sunn fornuft má stýra nýtsluni.

Tá almenna undirskotið var størst, var tað nærum 700 milliónir, og í 2010 var tað eisini omanfyri hálva milliard krónur. Hóasta tað kundi tykjast veruleikafjart at fáa stóra hallið burtur eftir bert einum valskeiðið, setti samgongan sær fyri at venda hallinum til avlop longu í 2016.

Nú – minni enn 4 ár seinni – kunnu vit staðfesta, at undirskotið í 2015 verður sera avmarkað. Játtanaðarkarmurin í 2016 vísir yvirskot – og samstundis eru nógvar íløgur gjørdar, og vælferðartænastur eru styrktar.

Fyrsta málið er nátt, og tíðin er komin til at seta nýggj mál.

Fremsta mál má nú vera at fáa avlop á aftur fíggjarlógina og at gjalda skuld.

Neyðugt er at brynja landið til verri tíðir. Øll vita, at tað er í góðum tíðum, at korngoymslurnar skulu fyllast. So eru vit búgvin at taka móti rakárum, sum við vissu koma.

Er skuldin minni, verða rentuútreiðslurnar eisini avmarkaðar, og tað er neyðugt at avdraga skuld nú, áðrenn renturnar fara at hækka.

Sjálvur eri eg varin við ítøkiligum vallyftum, men tað liggur í Sambandsfloksins DNA at budgettini skulu hanga saman. Pengarnir skulu passa.

Tí vil eg siga, at okkara fremsta vallyfti eigur at vera, at vit berjast móti allari útgjaring, og at ongin ófíggjað útreiðsla skal á fíggjarlógina.

Sjálvandi er tað nógv stuttligari at lova gull og grønar skógir, men tað liggur ikki til okkara flokk. Rokningarnar skulu ikki sendast víðari til komandi ættarlið.

Um Føroyar ikki hava funnið olju um tvey ár, fer Danmark at strika 500 milliónir, sum Føroyar skylda í Danmark. Lat okkum brúka hetta sum eitt mál, at vit sjálvi megna at afturgjalda aðrar 500 milliónir. Tá er skuldin minkað við 1 milliard krónum í 2018. Lat okkum handla, meðan tíð er.

Mítt lyndi er optimistiskt, og nógv skal til, áðrenn eg stúri fyri framtíðini. Tó má eg siga frá mínum innasta hjarta, at eg av sonnum stúri fyri okkara móðurlandi, um Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sleppa at skipa samgongu eftir valið.

Eg vil inniliga heita á fólk um at hugsa seg sera væl um, áðrenn tey seta krossin 1. september.

Hugsað um, hvat samfelag tú ynskir at liva í, men hugsað eisini um, hvat fyri samfelag tú ynskir at lata frá tær til komandi ættarlið av føroyingum.

Reimund Langgaard, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur