Aftur ein skrekkkampanja móti Sandoynni

6. august 2015



Eg bleiv skelkaður av at hoyra tíðindini í dag. Um at sandoyggin, vegna tað, at val var útskrivað, skuldi leggjast brakk í allan vetur, tí soleiðis kundi ein skilja tíðindini í dag, tað haldi eg var langt úti.

Sjálvsagt skal hesin trupulleiki avgreiðast við einum fíggjarnevndarskjali, tí hetta er bráneyðugt fyri Sandoynna og tað fólk, sum her býr.

Hví skal man spjaða slíkan ótta millum sandoyarfólk? Helst er hetta valpropaganda, sum vit her eru vitni til.

Sandoyggin skal hava hava tryggasta ferðasamband um skopunarfjørð, punktum.

Annars kann eg siga, at eg havi arbeitt við hesum trupulleika, síðan eg frætti um hann í dag.

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður fyri sambandsflokkin

5. augst 2015


RN


Aftur