Veljarakanningar kunnu roynast svikaligar

7. august 2015



Er ikki frægast, at fólk velja eftir egnari sannføring heldur enn veljarakanningum?

Miðlahúsið og Kringvarpið hava almannakunngjørt eina veljarakanning, sum gevur Sambandsflokkinum afturgongd í mun til løgtingsvalið í 2011.

Afturgongd hevur verið væntað, eftir at flokkurin hevur verið stjórnarberandi í mong ár og eftir baldrutar túrar á politisku leiðini. Vónin er tó, at veljarar vilja standa saman um einasta sambandsflokk Føroya, og at flokkurin í valstríðnum kann vinna seg fram á leið, so úrslitið gerst betri enn dagsins spádómur sigur.

Spurningurin er, hvussu stórt álit kann setast á veljarakanningar, tí tær roynast svikaligar. Feskasta dømið er frá fólkatingsvalinum, har ið veljarakanningarnar raktu langt við síðuna av valúrslitinum. Royndir úr Bretlandi, Danmark og øðrum londum vísa tað sama: veljarakanningar kunnu vera svikaligar.

Sambandsflokkurin setur harumframt spurnartekin við, at miðlar og viðmerkjarar at kalla skipa samgongur út frá einari veljarakanning. Tað kundi verið seriøsari.

Er ikki frægast, at fólk velja eftir egnari sannføring heldur enn veljarakanningum?

Sambandsflokkurin


RN


Aftur