Námsfrøðingar inn í skúlan

7. august 2015



Seinastu árini eru krøvini til fakligheit í skúlunum økt munandi. Hetta sæst millum annað í og við, at næmingar skulu kannast í Landsroyndum í 4. og 6. flokki og í Pisa-kanning.

Samtíðis sum krøvini til fakligheit økjast, sæst á tølunum hjá Sernám, at alt fleiri næmingar við serligum avbjóðingum verða skrásettir. Aftur í ár er talið á næmingum, sum fáa játtaðar tímar frá Sernám, økt. Komandi skúlaár fáa 38 fleiri næmingar stuðul, svarandi til ein vøkstur upp á góð 8 %, men játtanin til Sernám er tann sama sum í fjør. Hetta elvir til, at uppgávan hjá lærarum er ómetalig avbjóðandi, tí umframt at royna at læra næmingar tað fakliga, skulu teir eisini taka atlit til ein vaksandi bólk av næmingum, sum hevur serligan tørv, og her verður ikki bert hugsað um fakligar avbjóðingar, men í nógv størri mun um avbjóðingar, sum eru tengdir at atferð, tí sosiala og/ella sálarliga.

Stór kanning úr Danmark, sum júst er vorðin almannakunngjørd, vísir, at næmingar við serligum tørvi, ikki trívast nóg væl í fólkaskúlanum. Samtíðis kann spurningur setast við trivnaðin hjá hinum næmingunum og lærarunum.

Ónøktandi skipan
Í ávísum førum verða námsfrøðingar settir í starv at stuðla næmingum við serligum tørvi. Sernám hevur ikki nøktandi játtan, og tískil gongur ofta lang tíð, áðrenn næmingurin fær neyðugu hjálpina. Longri næmingurin gongur uttan hjálp, størri gerast avbjóðingarnar. Harumframt er núverandi loysnin als ikki nøktandi, tí sum er, verða námsfrøðiligu stuðlarnir bert settir fyri eitt ár í senn og til tann ávísa næmingin við tørvi. Hetta elvir til, at námsfrøðingurin fær eitt setanarbrot, sum er so mikið lágt, at fleiri námsfrøðingar aftra seg við at søkja størvini á skúlunum, tí lønin hjá námsfrøðingunum, sum flestum kunnugt, eisini er sera lág. Ofta verða størvini tí sett til ófaklærd, og sjáldan er kontinuitetur í, tí mann ongantíð veit, hvussu tað sær út við tímum komandi skúlaár.

Vil mann taka inklusiónina í álvara, og soleiðis skapa trivnað fyri næmingin við serligum tørvi, lærararnar og hinar næmingarnar í flokkinum, er neyðugt, at námsfrøðingar gerast ein partur av toymunum í skúlunum.

Eg vil arbeiða fyri, at námsfrøðingar skulu setast í fast starv á skúlum og vera ein fastur partur av innskúlingini soleiðis, at næmingar við serligum tørvi kunnu loftast alt fyri eitt og fáa ta hjálp, teimum tørvar. Á henda hátt kann lærarin gera tað, hann dugir best, og saman við námsfrøðinginum skapa mest møguligan trivnað fyri einstaka næmingin og flokkin sum heild.

Gitte Klein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur