Grindalógin hevur álvarsligar avleiðingar fyri føroyska vinnu

7. august 2015



Fólkaflokkurin við Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, á odda, er í ferð við at jarðleggja føroyska ferðavinnu umframt aðrar avleiddar tænastuvinnur.

Eg havi fingið upplýst frá ferðavinnuni, at 3 stór ferðamannaskip hava avlýst sínar vitjanir í summar. Hetta svarar til umleið 6.000 ferðafólk umframt manning uppá umleið 2.000. Sagt verður eisini, at fleiri avlýsingar eru á veg.

Hesar avlýsingar henda vegna nýggju grindalógina og m.a. ásetingarnar um fráboðanarskyldu.

Ferðavinnan er í einari uppbyggingarfasu og hevur tí stóran tørv á politiskum stabiliteti, og ikki ófantaligum og primitivum politikki.

Tí er tað skilaleyst, sum fyrigongur vinnupolitiskt í løtuni. Ein ríkur eldri týskari, sum gongur í Havnini fram við sjóvarmálanum, verður hóttir við bót ella at verða settur í fongsul, um hesin ikki boðar frá grind (á føroyskum máli?).

Vit skulu framhaldandi drepa grind og varðveita hesa siðvenjuna, men tað er fullkomuliga óneyðugt at innirætta okkum soleiðis, at vit bróta niður vinnuligt virksemi og koma í ringt orð altjóða.

Lat okkum drepa grind sum vanligt og undir skipaðum viðurskifti – men vit muga bera okkum rætt at.

Politiski myndugleikin hevur tí skyldu at endurskoða grindalógina sum skjótast.

Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur