Samgongan tryggjaði varðveitslu av sama fiskidagatali

8. august 2015



Eg fegnist um, at sama fiskidagatal er samtykt til komandi fiskiár, eins og tilmælið frá Fiskidaganevndini legði upp til.

Andstøðan ikki fyri sama dagatali
Hettar er meira enn Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Nýggja Sjálvstýri og Framsókn kunnu siga.

Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti sama dagatali og Javnaðarflokkurin og Nýggja Sjálvstýri atkvøddu blankt. Hetta sigur nógv um, hvat fyri virðing verandi andstøða hevur fyri okkara høvuðsvinnu.

Gleðiligt er harafturímóti, at verandi samgonga ikki frátekur botnfiskaflotanum sínar fiskidagar.

Tað eru orsøkir til, at óbrúktir dagar eru í skipanini
Nógv skip hava verið á Flemish Cap. Eisini í Grønlandi, og nógv hava verið í Íslandi í fyrra hálvári. Tað vil siga, at skipini hava ikki roynt við Føroyar, og hava harvið givið føroysku grunnunum frið.

Ikki revsa skip, sum royna alternativar leiðir
Nógv, sum hava roynt her, hava verið úti í kantinum og fiska, m.a. longu og brosmu - har telja 3 dagar sum 1 dagur á innaru leiðum. Skip royna øll alternativ, sum eru, fyri at fáa eitt brúkiligt úrslit.

Tað kann ikki vera meiningin, at man skal revsast við at missa dagar, tí man hevur uppsøkt aðrar møguleikar, tí lítil toska- og hýsufiskiskapur er á leiðunum við Føroyar. Tað vil ikki eggja skipum at troyta altarnativar leiðir, um man spælir av við dagar afturfyri.

Skapa møguleikar heldur enn forðingar
Lati okkum heldur gera alt fyri at skapa botnfiskaflotanum enn betri karmar.

Vit skulu vera við at skapa møguleikar og ikki forðingar fyri eina vinnu, sum í øldir hevur átt lív í føroyingum og skapt grundarlag fyri, at tað hevur verið møguligt at búleikast á hesum klettum.

Persónliga vil er framhaldandi virka miðvíst fyri, at okkara høvuðsvinna fær enn betur karmar at virka innanfyri.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur