Varðveit hjúnarbandið millum mann og kvinnu

8. august 2015



Framsøgurøða í løgtinginum í hjúnarbandsmálinum - 5. desember 2013


Takk fyri harra formaður

Til viðgerðar eru Løgtingsmál nr. 51, 52 og 53.

Uppskotini eru løgd fram av Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Poul Michelsen úr Framsókn.

Í stuttum ganga uppskotini út uppá, at víðka hjúnarbandslógina til eisini at umfata giftu millum fólk av sama kyni.

Lat meg fyrst siga, at eg meini veruliga, at vit eiga at fara væl við og virða øll menniskju – eisini tey samkyndu – men eg meini ikki, at ein víðkað hjúnarbandslóg er rætti mátin at vísa hesa virðing.

Hugsaði annars fyrst at koma inn á hvørji rættindi tey samkyndu í dag hava.

Í Føroyum eru tað í løtuni um 18.500 gift fólk yvir 18 ár og um 17.200 ógift fólk yvir 18 ár – kenni ikki hvussu nógv av hesum 17.200 ógiftu liva saman í papírleysum parlagi og hvussu nógv eru støk, men vit vita, at rættuliga nógv liva saman papírleyst.

Rættindini hjá teimum samkyndu, sum í dag liva saman ógift, eru tey somu, sum rættindini hjá øllum teimum hinkyndu, sum velja at liva saman ógift. Veit, at ein munur er, at tey hinkyndu velja tað sjálvi, meðan tey samkyndu ikki fáa valmøguleikan; men rættarligu fyrimunirnir eru ikki týdningarmiklari enn so, at stórur partur av fólkinum velur í dag ikki at gifta seg. Latum okkum hyggja nærri eftir tí løgfrøðiliga:

- Tá ið ógift fólk keypa hús, bil, bát ella okkurt annað, kunnu hesi vera saman um bæði ognarskap og skuld.

- Um tey ógiftu eiga børn, so eru børnini tvangsarvingar til 50% av arvinum, meðan hjá giftum hjúnum eru børnini bert tvangsarvingar til um 33% av arvinum, tí at makin er tvangsarvingur til hini 17%ini. 50% av arvinum er altíð fríarvur og kann tilskrivast til hvønn ein vil, eftir testamenti – eisini sambúgvar. Tvs. at ein giftur maki við børnum fær í mesta lagi 67% av arvinum, meðan ein ógiftur maki í mesta lagi fær 50% av arvinum.

- Ógift fólk noyðast at skriva eitt testamenti um tey ynskja at makin arvar – hetta sleppa tey giftu undan. Tað kostar einans áleið 2.000 krónur at skriva eitt testamenti.

- Arvaavgjaldið hjá ógiftum er um 12% meðan tað hjá giftum liggur um 3%. Her havi eg hug at leggja afturat, at um hetta er tann stóri trupulleikin, so møguliga man kundi hugt uppá at broytt hesa lógina.

- Tá talan er um pensjón, kunnu ógift gera avtalu við arbeiðsgevara ella penjónsfelag um arv av hesum.

- Annað rættindini, sum gift hava framum ógift, er at hesi fáa felags foreldramyndugleika. Og í hesum sambandinum havi eg spurt løgfrøðingar her í húsinum um samkynd eisini kunnu ættleiða (adoptera), um tey fáa fullgyldugan status sum hjún. Tey hava kannað málið, og eru komin til ta niðurstøðu, at tað er nakað sum týðir uppá, at tey við hesum lógarbroytingunum eisini fáa rættin til at ættleiða – um tey annars verða góðkend, bæði her og í landinum har ættleitt verður frá. Tað undrar meg, at uppskotsstillararnir ikki hava nevnt hetta sjálvi – vóni ikki, at tey royna at snýkja hendan rættin inn gjøgnum bakdyrnar. Tí vil eg hervið kunna Løgtingið um, at um vit samtykkja hesi málini, so er tað kanað sum týðir uppá, at vit samstundis geva samkyndum rættin at ættleiða.

Til hetta havi eg hug at leggja afturat, at eg veit, at flestu vaksin ynskja sær børn, og tí sjálvsagt eisini tey samkyndu, men eg meini at okkara fremsta atlit her má verða at taka atlit til børnini – og eg meini, at tað besta fyri børnini, er at hava eitt foreldur av hvørjum kynið. Trúgvi at skaparin visti hvat hann gjørdi, tá hann gjørdi tað so, at tað skal ein av hvørjum kynið til fyri at fáa børn.

Í hjúnarbands-ritualinum hjá fólkakirkjuni verður soleiðis endurgivið úr Halgubók, har hjúnarbandið eisini hevur sín uppruna: “Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu”, og víðari: “Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?”

Soleiðis sum eg skilji høvuðsdokumentið undir kristna siðaarvi føroyinga, er hjúnarbandið ein heilag fyriskipan millum ein mann og eina konu. Ikki millum ein mann og fleiri konur, ikki eina konu og fleiri menn, og heldur ikki millum tvey av sama kynið.

Eitt er at tey samkyndu ynskja sær skrásett parlag, men tað undrar meg almikið, at tey vilja broyta sjálvt tað heilagu fyriskipanina við hjúnarbandinum, til at verða annað enn tað, sum hon er ætlað til.

Í viðmerkingunum til málið stendur greitt, at endamálið við lógarbroytingunum er, at allir borgarar í samfelagnum skulu hava somu rættindindi, og tískil mugu samkynd eisini sleppa at ganga inn í hjúnarlag. Við hesi grundgeving, kann man ikki rokna við, at tað leingi verður loyvt tí almennu kirkjuni at fara um borgarar ymiskt, og tí verður trýstið á kirkjuna sera stórt eftir hesa lógarbroytinga.

Á Facebook hava vit í seinastuni sæð fleiri broytt sína profilmynd til at innihald orðini: “Ja til kærleikan”. Vil vísa á, at um vit skulu fylgja hesum fult út, so mugu vit bara lata fult upp fyri øllum – eisini giftu millum 3-4 fólk, sum elska hvør annan. Persónliga eri eg sannførdur um, at vit ikki skulu hava kynsneutral hjúnarbond, og ei heldur ikki giftu millum fleiri enn 2 fólk.

Eg eri samdur í, allir borgarar skulu viðfarast eins, men merkir hetta, at vit harvið eiga at smíða serlógir til allar bólkar – ja enntá serlógir, sum so ógvusliga grípa inn í føroyska siðaarvin?

Eg vil til seinast nýta høvi til at heita á tingfólk, um at viðgerða málið á einum mannsømuligum og virðiligum støði – hetta er jú eitt sera eymt og kensluligt mál vit viðgerða.

Sambandsflokkurin vil geva hesum málunum eina góða og virðiliga viðgerð í Rættarnevndini.

Reimund Langgaard, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur