Hjúkla um tey við størstum tørvi

9. august 2015


Eg vil arbeiða fyri, at øll tey eldru fáa betri kor at liva undir, soleiðis at tey kunnu njóta ellisárini


Eg, maðurin og sonurin fóru okkum ein túr í góðveðrinum í vikuni. Sonurin gekk ikki, men súkklaði við fullari ferð.

Komin nakað oman í býin, hittu vit eini eldri hjún, sum vóru til gongu. Kontrastin millum sonin á súkklu og hesi bæði eldru var stór, og fyri hvørt fet tey gjørdu, tóku vit fleiri.

Maðurin, vit hittu, hevur fingið staðfest Parkinson, og klárar seg ikki uttan hjálp. Hann er ógvuliga illgongdur, men royna hjúnini at skapa sær ein virknan gerandisdag, soleiðis at hann sleppur undan at enda í koyristóli. Hjúnini búgva einsamøll eitt sindur uttan fyri býin, men høvdu í góðveðrinum ørindi í býnum.

Nú ørindini vóru avgreidd, vóru tey ávegis niðan í AUTO at fáa sær ein hýruvogn, so tey kundu sleppa heim aftur. Tey greiddu mær frá, at av tí at maðurin ikki situr í koyristóli, kunnu tey ikki venda sær til Serflutningstænastu Landsins, tá tey skulu hava fart – heldur ikki, tá hann skal til venjingar. Hetta merkir, at hvørja ferð, tey hava eini ørindi úti í býnum, noyðast tey at taka hýruvogn. Tey hætta sær ikki í býbussin, tí tað er ov trupult hjá honum at koma upp í bussin, umframt at bussurin sjáldan støðgar nóg leingi, til at tey trygt kunnu koma inn og seta seg niður, áðrenn bussurin fer víðari.

Eg haldi, tað er ómetaliga umráðandi, at øll tey eldru og serliga tey, sum eru ringast fyri í samfelag okkara, fáa virðilig kor, soleiðis at tey ikki, sum hesi hjúnini, noyðast at avmarka sítt sosiala lív, sum er so avgerandi fyri trivnað – serliga kanska hjá teim eldru og sjúku.

Gitte Klein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur