Føroyski ”innløgumaðurin”

10. august 2015



At ali- og fiskivinnan í størsta mun er ”innløgumaðurin” (forsyrgjarin) í føroyska samfelagnum, er nokk ongin í iva um. Og eins í einum húsarhaldið er tað soleiðis, at jú meira forsyrgjarin fortjenar, jú meira pengar hevur húsarhaldið at brúka og gera gott við.

Alivinnan
Framgongdin og dreivið í alivinnuni hesi seinastu árini, er ein sólskinssøga, sum er kend í nógvum londum – ein vinna, sum hevur skapt sær allan heimin til sølumarknað. Alivinnan hevur eisini megnað at hava fleiri fólk í støðugum arbeiði, og harvið økt um inntøkurnar hjá landi og kommunum. Laksur er størsta einstaka útflutningsvøra okkara i dag.

Alivinnan hevur harumframt skapt arbeiðspláss í atknúttum vinnum og dreivið í alivinnuni prógvar, at hon megnar at gera allar geirar í vinnuni betri - tað veri seg alt frá smolti, fóður, útgerð, bátar (Hans á Bakka), sláturvirki o.a., til umstøðurnar hjá starvsfólkunum, umhvørvi, lækka rakstrarkostnaðin og hækka yvirskotið.

Eg fegnist um hesa góðu gongdina og vil virka fyri, at hon heldur fram, so alivinnan megnar at loysa tær avbjóðingar, sum hon kemur at fáa í framtíðini. Tí skal tað almenna ansa eftir, ikki at darva eini framgongd í alivinnuni, men eigur í staðin fyri, í góðum samstarvi við vinnuna, at skapa alivinnuni góðar og tryggar karmar.

Samstarv er vegurin fram, bæði fyri vinnuna og tað føroyska samfelagið.

Fiskivinnan
Tað hevur gingið gott í stórum parti av okkara fiskiflota, og útflutningsvirðið av uppsjóvarfiski og botnfiski er komið upp á tað støðið, sum tað var tey góðu árini 2007-2008.

Eisini í fiskivinnuni síggja vit eitt dreiv, eina nýhugsan, sum vil nakað, t.d. hava vit nýmótans uppsjóvarskip, nýggj virki (á Tvøroyri og Fuglafirði), og ætlanir er um nýggj virki at tilvirka liðugtvørur úr svartkjafti, sild og makreli.

Trolaraflotin í Barentshavinum heilfrystur í stóran mun fiskin og landar hann í Føroyum, so hann kann verða arbeiddur og geva arbeiði til arbeiðsfólki á fiskavirkjum her heima.

Partar av heimaflotanum hava haft tað trupult í fleiri ár, men trolararnir, sum fiska upsa og onnur fiskasløg, leggja um at fiska makrel og sild um sumrarnar og út á heysti, sum er eitt gott fíggjarligt íkast.

Í línuflotanum eru færri skip, men her ferð ein broyting fram, við tað, at nøkur eru útskift til frystilínuskip, sum fiska kvotuna á Flemish Cap, Íslandi og Grønlandi, meðan onnur línuskip hava forhandlað seg til kvotur í Grønlandi í summar, sum í báðum førum betrar um raksturin.

Rækjuflotin hevur haft betri rakstrarúrslit í seinastuni, og nú fara tey eisini at royna eftir krabba, sum vónandi kemur at eydnast væl.

Útróðurin er tíverri minkaður munandi hesi seinastu árini, og færri og færri hava sína ársinntøku frá útróðri, men hesir síggja ein glotta í fiskiskapinum nú.

Samanumtikið síggja vit ein vilja og ídni innan fiskiflotan, sum ynskir at fáa allar partar í vinnuni skipaðar soleiðis, at hon kann vinna pengar.

Tryggja fiskivinnuni virkismøguleikar

Eg vil arbeiða fyri at skapa tryggar og stabilar karmar um fiskivinnuna, so allir partar í fiskivinnuni, fáa møguleikan at fiska, virka og harvið fáa ein rakstur, sum gevur yvirskot. Tað gerst m.a. við eini góðari fiskivinnulóg, nøktandi fiskidøgum, hækkandi kvotum, økt rættindi í fremmandum sjógvi, útskifting av skipum, øktum sølumøguleikum av fiskinum og betri marknaðaratgongd fyri lidnar fiskavørur o.a.

Eg fari at virka fyri, at ”innløgumaðurin”, ið er ali- og fiskivinnan, vinnur nógvan pening, tí so hevur húsarhaldið Føroyar eisini tilsvarandi nógvan pening at brúka og gera gott við.

Alfred Olsen, løgtingsmaður og formaður í Vinnunevndini
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur