Vinnan best møguligar karmar at virka undir

10. august 2015



Sambandsflokkurin er ein vinnuligur flokkur. Tað merkir, at Sambandsflokkurin arbeiðir fyri, at vinnan fær best møguligar karmar at virka innanfyri, uttan at politikarar blanda seg upp í raksturin av vinnuni.

Vinnan eigur sjálv skipa seg innan fyri karmarnar, sum eru politiskt ásettir, soleiðis at vinnan sjálv kann menna seg og skapar vøkstur, hetta er politikkurin hjá Sambandsflokkinum, og tað er m.a. tí, at eg hava valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

Í dag er alivinnan ein sólskinssøga í føroyskum vinnulívi, men tað hevur ikki altíð verið so. Alivinnan hevur verið ígjøgnum nógva bakkast, seinast í 2004, tá ið alivinnan minkaði burtur í einki í føroyska samfelagsbúskapinum, men við sera dugnaligum vinnulívsfólki, góðum karmum og fortreytum annars, hevur tað eydnast føroysku alivinnuni at ment seg til tað hon er nú. Í dag er føroyska alivinnan millum tær fremstu í heiminum, um hon ikki er tann fremsta. Føroyska alivinnan framleiðir heimsins besta laks, og føroyska alivinnan skapar stór virðir í føroyska samfelagnum. Alivinnan stendur fyri uml. 40% av føroyska útflutningsvirðinum.

Vit skulu framhaldandi geva alivinnuni bestu karmarnar at virka undir, so skulu fólkini í alivinnuni nokk sjálvi finna út av, at menna føroysku alivinnuna víðari. Sama ger seg galdandi fyri uppsjóvarvinnuna. Vit skulu geva uppsjóvarvinnuni bestu karmar at virka undir, so skal uppsjóvarvinnan nokk sjálv finna út av at menna seg og virðisøkja framleiðsluna.

Seinastu nógvu árini hava verið sera trupul fyri føroyska botnfiskaflotan, og nú eigur botnfiskaflotin eisini at fáa lut í fiskiríkidøminum. Hetta eigur at verða gjørt við avtalum við grannar okkara, har vit býta um makrel við botnfisk.

Vit eiga eisini at skipa soleiðis fyri, at nýggir íleggjarar og vinnulívsfólk fáa møguleika at fáa lut í føroysku uppsjóvarkvotunum.

Eg fari tí at heita á teg um at fara á val tann 1. september og seta kross við Sambandsflokkin.

Vinjard Johansen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið



RN


Aftur