Styrkja børn og ung mentalt

10. august 2015



Kanningar her heima og úti í heima vísa, at børn og ung ongantíð hava havt tað verri sálarliga. Talið á tunglyndi og øðrum sálarsjúkum økist ár undan ári, eins og sjálvsvirði og trivnaðurin eru minkandi. Samtíðis sum talið av børnum og ungum, sum hava sálarligar trupulleikar økist, gerast tey yngri og yngri, tá tey fáa staðfest trupulleikarnar. Eg vil arbeiða fyri, at miðvís trivnaðarætlan verður sett í verk fyri øll børn og ung, har dentur verður lagdur á trivnað sum heild, og har arbeitt verður fyribygjandi við mentala mótstøðuførinum og sjálvsvirðinum, soleiðis at børn og ung gerast betri fyri at takla mótburð.

Tunglyndi og aðrar sálarsjúkur fylla ómetaliga nógv hjá tí sjúka og familju hansara, og tí er neyðugt at viðkomandi fær hjálp, so skjótt sum til ber. Mann veit, at skjótari viðkomandi fær neyðugu hjálpina, betri eru útlitini fyri, at hann gerst frískur.

Hvat er tað, sum ger, at nøkur, sum møta stórari mótgongd í lívinum, eitt nú missa foreldur, eru fyri misnýtslu av ymiskum slagi o.s.fr. megna mótburðin og liva eitt gott lív, meðan onnur knekka av tí, sum vit halda er gerandisligur mótburður. Sambært ávísum sálarfrøðingum er mentala mótstøðuførið (resilience) hjá einstaklinginum avgerandi fyri, hvussu hann taklar mótburð. Mentala mótstøðuførið er ymiskt frá persóni til persón. Felags er tó, at mann kann betra mótstøðuførið hjá einstaka persóninum.

Í øðrum londum hevur mann sett verkætlanir á stovn, har mann miðvíst fer inn og styrkir mentala mótstøðuførið hja børnum og ungum, tí mann metir, at hetta kann vera við til at fyribyrgja, at tey fáa sálarligar trupulleikar. Lívið er fult av mótburði, tað kann vera happing, at foreldur fara hvør frá øðrum, at vinkonan svíkir ella, at mann ikki klárar seg fakliga. Børn og ung skulu fáa kognitiv amboð, so tey læra at megna mótburð.

Miðnámsskúlarnir hava júst sett sálarfrøðing í starv, sum millum annað skal arbeiða fyribyrgjandi, og er hetta avgjørt eitt stig á leiðini. Men av tí at børn og ung gerast yngri og yngri, tá sálarsjúkan vísir seg, er tað neyðugt, at byrjað verður, áðrenn tey fara í miðnámsskúla.

Børn og ung eru framtíðin, sum samfelag okkara skal byggjast á.

Gitte Klein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur