Sambandsflokkurin – Ríkisfelagsskapurin – Vælferðin

10. august 2015



Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum 100% gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum - hinir flokkarnir eru heilir og hálvir loysingarflokkar.

Sambandsflokkurin ynskir, at vit skulu varðveita og styrkja Ríkisfelgsskapin.

Ongar kostnaðarmiklar yvirtøkur
Um Føroyar skulu hava fullveldi, kosta hvat tað kosta vil, so fær tað búskaparliga haldførið eitt skot fyri bógvin. Slíkur ábyrdarleysur fíggjarpolitikkur fer at ganga út yvir vælferðina hjá Føroya fólki.

Sambandsflokkurin fer ikki at spæla við lagnuni hjá føroya fólki við at fremja stórar yvirtøkur og minka um inntøkur Landskassans.

Fullveldissamgongan kostaði føroya fólki dýrt
Vit merkja sera væl búskaparliga, at ein høvuðsinntøka hjá landskassanum í óðum verkum varð skerd við 366 mió.kr. í einum høggi (1 mió.kr. dagliga), uttan at nakað varð sett inn í staðin.

Hetta má sigast at vera ábyrdarleysur fíggjarpolitikkur.

Loysingarvongurin ein fíggjarlig hóttan fyri vælferðina
Størri loysingarvongurin gerst, størri møguleiki er fyri, at inntøkusíðan verður skerd enn meira, og enn fleiri ófíggjaðar yvirtøkur framdar.

Vil man varðveita Ríkisfelagsskapin, so er bara ein flokkur, sum 100% gongur inn fyri tí, og tað er Sambandsflokkurin - allir hinir flokkarnir gerast meira og meira loysingarflokkar.

Vel tað trygga, vel Sambandsflokkin.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur