Hví skulu tey detta niðurímillum?

10. august 2015


Nú má vera liðugt við, at børn í føroyska vælferðarsamfelagnum detta niðurímillum í skúlanum


Frá heilt gomlum av hoyrdu vit um børn, sum duttu niðurímillum í skúlanum – og tað gera vit enn, hóast vit skriva 2015.

Børn við serligum tørvi mugu og skulu hava neyðugu hjálpina.

Tíverri manglar nógv í hjá okkum í Føroyum, hóast arbeitt verður fyri sakini.

Á valinum eiga vit tí at endurstyrkja lyftið um, at ongin má detta niðurímillum.

Styrkja sjálvsvirðið
Tað sigur seg sjálvt, at tað er alt annað enn uppbyggjandi hjá einum barni at sita í einum flokki og kenna seg illa. Tað fær lágt sjálvsvirði, verður happað og fær ringt við at klára seg millum javnaldrar.

Eg havi víst á hetta nakrar ferðir, og tað skal sigast, at tað eru komin fleiri tilboð, bæði til orðblind og onnur við. Men vit mangla nýhugsan.

Tað eigur ikki at koma sum eitt yvirraskilsi, at tað eru næmingar, allarhelst í øllum flokkum, sum skulu hava undirvísingina uppá ein heilt annan og øðrvísi hátt, og hædd skal takast fyri tí allatíðina. Tað má vera málið.

Familjur í dýrastu neyð
Nógvu umsóknirnar, sum skúlin við Áir fær inn hvørt ár, tala fyri seg. Hetta er greið ábending um, at ov nógv detta niðurímillum í fólkaskúlanum.

Sum sagt er nógv gjørt eitt nú fyri orðblind, men tað manglar at taka hond um tey orðblindu nógv fyrr. Sum er, er hjálp at fáa í frá triðja flokki. Tá er longu ov seint. Tá er skaðin longu hendur. Tá hevur sjálvsvirðið longu fingið eitt knekk.

Vit hava nógv børn við ADHD og fleiri øðrum diagnosum. Tað er so sera umráðandi at hava tilboð til øll.

Ikki bara tí, at annars flyta fólk av landinum, men tað er ikki til at bera fyri familjur at ganga og stúra um síni børn. Tað slítur bæði uppá mammur, pápar, ommur og abbar. Tey ganga og hugsa um, hvat verður av barninum, og tað er væl skilligt.

Tí mugu børn við serligum tørvi loftast frá heilt lítlum av, so man kann seta inn við allari neyðugari hjálp, ið veitast kann, til gagns fyri bæði barnið, familiuna og samfelagið.

Jóna Mariusardóttir Mortensen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur