
Eyðbjartur Sólheyg Skaalum - nýtt valevni hjá Sambandsflokkinum
11. august 2015
Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er 22 ára gamal og er nevndarlimur í Ungmannafelagnum Samband.
Eyðbjartur er dagliga lesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hann lesur til lærara.
Orsøkin til, at Eyðbjartur stillar upp til løgtingsvalið er áhugi hansara fyri samfelagsviðurskiftum. Sum lesandi kennir hann týdningin av, at karmarnir hjá teimum lesandi eru nøktandi, og er hetta eitt av politisku hjartamálum hansara.
RN
Aftur