Árni Guldborg Nielsen - nýtt valevni hjá Sambandsflokkinum

11. august 2015



Árni Guldborg Nielsen er 22 ára gamal og formaður í Unga Sambandinum. Uttan fyri arbeiði spælir hann fótbólt á besta liðinum hjá B36.

Í løtuni starvast Árni sum hjálparfólk í forskúlanum í Sankta Frants - hetta aftaná loknan miðnámslestur.

Orsøkin til, at Árni bjóðar seg meg fram til løgtingsvalið er áhugi hansara fyri politikki, og hann heldur tað vera ómetaliga neyðugt at hava eina ungdómssinaða sambandsrødd á Løgtingið – nakað, sum hevur manglað.

Hann er sjálvur ungur og hevur tískil eina góða fatan av, hvat rørir seg millum tey ungu, og hevur eina ætlan at betra um umstøðurnar hjá teimum ungu.

Tryggar karmar til ungdómin til at støðast og tryggir karmar til vinnuna, eru nøkur av hansara politisku hjartamálum.


RN


Aftur