Anna Falkenberg - nýtt valevni hjá Sambandsflokkinum

11. august 2015



Anna Falkenberg er 19 ára gomul, og situr í nevndini hjá Ungmannafelagnum Samband, sum kassameistari.

Hon hevur júst lokið miðnámsútbúgving í Studentarskúlanum í Hoydølum. Og sum lesandi í nógv ár, kennir hon týdningin av, at karmarnir hjá teimum ungu lesandi eru í lagi.

Orsøkin til, at Anna bjóðar seg fram til løgtingsvalið er, at hon altíð hevur havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki.

Hon metir, at tað er sera týdningarmikið, at ungdómurin hevur eina sambandssinnaða rødd á Løgtingi.


RN


Aftur