Nei takk til heildagsskúlan

11. august 2015



Heildagsskúlin hevur verið fyri nógvum atfinningum bæði frá lærarum, foreldrum og næmingum. Orsøkin er millum annað, at børn á henda hátt, gerast tann samfelagsbókurin, sum arbeiðir harðast. Tey skulu vera 37 timar í skúla, gera skúlating, ganga til tónleik og ítrótt. Tey missa sína frítíð, og tað kann elva til, at tey gerast skúlatroytt og fáa ilt við at hugsavna seg. Eg vil arbeiða fyri, at hesar broytingar ikki raka føroyska fólkaskúlan.

Í Danmark hevur mann skipað fólkaskúlan á tann hátt, at næmingar skulu verða í skúla allan dagin. Søguliga merkja broytingar á fólkaskúlaøkinum í Danmark, at tær eisini verða gjørdar í Føroyum. Hesin heildagsskúlin hevur sum endamál at økja fakligheitina, skapa trivnað og betra um inklusiónina, sigst. Eitt annað endamál er at minka um sosiala munin á børnum, tí skúlar hava lektiu-kaféir, sum part av skúlatilboðnum, har næmingar kunnu fáa hjálp til heimaarbeiðið.

Tað ljóðar alt fínt, men eg ivist stórliga í, at mann við at økja um tímarnar, sum børn eru í skúla, økir trivnaðin og fakligheitina. Tvørturímóti meti eg, at eitt barn, sum er í skúla í 8-9 skúlatímar er útlúgvað, tá tað fær frí klokkan 16 og hevur lítla orku til tað sosiala ella frítíðarítriv.

Lektiu-kafé ljóðar fínt, men hvør er munurin á lektiukafé og einum vanligum undirvísingartíma? Og hvør er trygdin fyri, at mann fær meiri burturúr? Júst lektiukaféirnar hava verið fyri stórum atfinningum, tí næmingar, og kanska serliga teir, sum hava tørv á tí, hava valt tær frá. Hetta hevur elvt til, at frá komandi skálaári verða tær ein tvungin partur av tímatalvuni og ikki sum higartil, eitt val.

At inklusiónin skal eydnast betri, eri eg stórliga í iva um. Kanningar uttanlands vísa, at næmingar við serligum tørvi hava lítlan hug at vera í skúla, tí teir ikki trívast – og tí gevur tað lítla meining, at lata teir vera longri í skúla. Mann skal heldur ikki gloyma, at barnið sanniliga lærir nógv í síni frítíð, eitt nú tá tað er saman við vinfólki, til frítíðarítriv ella bara hevur stundir at vera.

Fakligheitin skal vera í lagi. Og treytin fyri at børn læra, er trivnaður. Trivnaður kemur ikki av, at børn og ung skulu vera fleiri tímar í skúla, har gerandisdagur teirra er skipaður frá 8-16. Børn trívast og læra, tá tey hava stundir at vera tann, tey eru, og røkja síni áhugamál, samtíðis sum tey eru í skipaðum undirvísingartilboði.

Trivnaður er treytin undir allari læring.

Gitte Klein
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur