Bardu okkum úr fíggjarkreppuni

12. august 2015



Tað var ikki nøkur løtt uppgáva sum lá og bíðaði, tá Sambandsflokkurin í september 2008 tók við landsins leiðslu. Alheims fíggjarkreppan bankaði á dyrnar og í Føroyum vísti hon seg við skerdum lánimøguleikum, uppsagnum og gjaldsteðgi.

Fyri at halda gongd í samfelagnum valdu vit at økja um íløgurnar, samstundis sum vit hildið aftur í vøkstrinum av rakstrarútreiðslum.

Vit vóru noydd at hava hall á fíggjarlógini, men vit settu okkum samstundis fyri, at hallið skuldi so líðandi vendast aftur til yvirskot. Hesin málsetningurin er nú rokkin. Fíggjarkarmarnir fyri 2016 eru teir fyrstu í hesum tíðarskeiðinum, sum hava avlop. Samtíðis er ferð komin á búskapin, og sólskinssøgurnar um gongdina í samfelagnum tykjast ongan enda at hava.

Men vit eiga ikki at steðga her.

Umráðandi er, at vit í komandi árum fara at gjalda skuld. Vit skulu í hesum árinum rinda heilar 115 mió. krónur fyri rentur, og tað er ikki nøktandi.

Málið fyri tey komandi árini eigur tí at vera einar skuldafríar Føroyar.

Tí vil Sambandsflokkurin virka fyri.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur