Svend Sivertsen - nýtt valeni hjá Sambandsflokkinum

12. august 2015



Eftir áheitan frá Norðoya Sambandsfelag hevur Svend Sivertsen, arkitektur, játtað at stilla upp til løgtingið. Svend Sivertsen er ættaður úr Vági og hevur starvast í Keypmannahavn og Nuuk og hevur seinastu 10 árini starvast sum arkitektur í Føroyum. M.a. hevur hann verið formaður fyri Arkitektafelag Føroya. Svend er giftur og eiga tey trý børn og býr og starvast hann í Klaksvík.

– Eg fari at arbeiða miðvíst fyri at tryggja eitt akademiskt umhvørvi har vitanarstørv verða varðveitt og ment í Føroyum.

– Eitt slíkt umhvørvi tryggja tætt samstarv millum gransking og framleiðsluvinnuni so neyðuga vitanin til virðisøking av virðismikla tilfeinginum kemur øllum samfelagnum til góðar.

– Á fíggjarliga økinum eri eg sannførdur um at vit halda fast í tí kós verandi samgonga hevur sett út í korti og í størri mun leggja okkum eftir at føra ein fíggjarpolitikk har tað almenna heldur aftur við sínum íløgum í góðum tíðum og tá ið virksemið minkar er til reiðar at gera rættar og vælumhugsaðar íløgur, sigur Svend Sivertsen í stuttari viðmerking.

Norðoya Sambandsfelag hevur triðja og seinasta uppstillingarfundin í kvøld, mikukvøldið, kl. 20 í Skótahúsinum í Klaksvík

Kelda: Vágaportalurin


RN


Aftur