Ung vita ov lítið um samfelag og politikk

12. august 2015



Kringvarp Føroya visti nýliga at siga, at ung ikki eru nóg væl tilvitað og upplýst um samfelagsviðurskifti og politikk. Hetta er harmuligt og óheppi mótvegis fólkaræðinum.

Eitt nú segði ein lærari í samfelagsfrøði soleiðis við Kringvarpið “Nógv av teimum ungu hava ikki eitt nóg gott vitanargrundarlag til at fara á løgtingsval”.

Hvussu kunnu vit sum samfelag brynja unga fólki, so tey m.a. eru ílatin til at taka eina avgerð til løgtingsval, fólkatingsval o.s.fr.?

Við samfelagslæru sum lærugrein ber til hjá næmingum í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum at fáa innlit í samfelagsviðurskifti, búskap og politikk. Hetta vil hava við sær, at næmingarnir eru ílætnir, tá teir koma á eitt nú miðnámsskúla, og tá teir eru fyltir 18 og hava fingið valrætt.

Samfelagslæra eigur at gerast partur av lærugreinaúrvalinum í fólkaskúlanum, so næmingurin er betur førur fyri at taka støðu til stórar samfelagsspurningar, og somuleiðis er førur fyri at seta sín kross, tá val er.

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur