Djórini skulu verjast

12. august 2015


Revsingin fyri djóramisrøkt skal hvessast, og djóravernd má gerast ein nátúrligur partur av samfelagsins vælferð


Vit hoyra javnan um djór, ið hava ring kor og eru fyri grovari misrøkt. Tað ómetaliga órættvísa er, at slíkt fær lítlar og ongar avleiðingar, tí djóraverndarlógin verjir ikki djórini nóg væl.

Hetta má og skal broytast.

Eg havi tosað um hetta við landstýrismannin í vinnumálum og fekk lovað, at djóraverndarlógin skal dagførast. Hon skuldi koma í Tingið eftir Ólavsøku. Nú bleiv tó val útskrivað, og málið verður tí tikið upp av nýggjum í nýggja løgtinginum.

Andstyggilig viðferð skal revsast
Tað ótrúliga er, at fleiri yppa øksl, tá tosið fellur á djóravælferð.

“Harragud hatta er bara eitt djór”, er niðurlagið.

Slíkt er óskiljandi, tí nógv hava djór, eisini húsdjór. Tað kann ikki vera rætt, at summi halda tað vera í lagi, at djór liva undir vánaligum umstøðum, ikki fáa nokk at eta og uppliva at verða pínd.

Tað kemur meira enn so fyri, at fólk misbrúka djórini til kynsliga samveru. Ongin revsing er fyri slíka andstyggiliga samveru við djórum. Tað skal broytast. Sum eg síggi tað, er tað ófyrigeviligt bara at venda tað blinda eygað til og lata slíkt svínarí fara fram óstraffað.

Vælferð fevnir um djóravælferð
Eg kom at kenna Gurli Restorff, sálu, gjøgnum djóraverndarfelagið. Flestu munnu kenna hennara stóru umsorgan fyri djórum, og hon hevði altíð fult hús av alskins djórum, sum fólk komu við. Tey vórðu funnin á gøtuni og høvdu tað ringt.

Gurli var eldsálin, sum vísti vegin, og í dag er djóraverndarfelagið eitt vælvirkandi felag, men við ringum umstøðum. Alt er sjálvboðið arbeiði. Fólk brúka sína frítíð til at hjálpa dýrum í neyð. Tey áttu heilt vist at fingi betri umstøður at arbeiða undir.

Eg hugsi, at djóravernd eigur at verða ein heilt nátúrligur partur av okkara vælferð. Er tað nakar, sum stendur veikur og einki fær sagt, so eru tað djórini.

Hvør skal verja djórini, um vit ikki gera tað?

Jóna Mariusardóttir Mortensen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur