Vit átaka okkum ábyrgdina

12. august 2015



Føroyski búskapurin buldrar fram í løtuni, men tað eigur á ongan hátt at fáa okkum at missa tamarhaldið á okkum sjálvum.

Hyggja vit eitt sindur frameftir, so sæst, at vit hava stórar uppgávur fyri framman at loysa, sum fara at krevja politiskt dirvi.

Higartil hava vit ikki havt javnvág á fíggjarlógini, men vónandi skiftur botnlinjan lit í næsta ár, og vit kunnu byrja at gjalda skuld aftur.

Politikkurin komandi árini fer at snúgva seg um at tryggja vælferðina, so vit framvegis fáa fólk at búleikast í Føroyum.

Fortreytirnar hava vit, so leingi samfelagsinntøkurnar eru stórar, men hóast tað, so skulu tungar og stórar avgerðir takast. Pensjónsnýskipanin skal fáast ígjøgnum eins og vit mugu skipa fiskivinnuna av nýggjum.

Fyri at haldførið skal tryggjast í búskapinum, so skulu vit hava fleiri hundrað milljónir krónur eyka hvørt ár.

Nú valstríð er, so kemur nógv tilfar inn um hurðina. Í flestu førum yvirbjóða valevnini hvønn annan, men vit eiga ongantíð at gloyma, at alt skal gjaldast.

Skulu vit hava eina nýggja skipan á onkrum øki, so er neyðugt, at okkurt annað verður avtikið. So einfalt er tað.

Útreiðslurnar mugu undir ongum umstøðum vaksa, men okkara størsta uppgáva er at raðfesta og velja.

Tað er politikkur og ta ábyrgdina vilja vit fegin taka.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur