Ein føroysk KT-skipan er loysnin

12. august 2015



Eg eri ikki í iva um, at ein føroysk KT-skipan er tann besta fyri menningina av okkara samfelag, og hetta var eisini grundarlagið fyri, at eg tók undir við, at bankarnir kundu flyta sínar skipanir til útlandið. Hetta varð eisini sagt tá, av vinnuni sjálvari, at ”hetta kom at menna og styrkja føroyska KT-vinnu, sum nú kom at fáa alt Skandinavia sum sítt arbeiðsøkið”.

Men veruleikin gjørdist beint tann øvugti, og hevur hetta havt við sær eina niðurbræðing av føroyskari KT-vinnu hesi seinastu árini.

Nú er vend komin í
Samgongan er farin undir arbeiðið at talgilda allan tann almenna geiran í Føroyum, og arbeiðið er komið so mikið áleiðis, at teir ymsu bólkarnir, sum hava arbeitt við hesum, løgdu síni arbeiði fram í Norðurlandahúsinum fyri stuttum.

Tað vóru áhugaverdar framløgur og eg ivist ikki í, at vit føroyingar, bæði kunnu og megna at gera eina KT-skipan fyri alt tað føroyska samfelagið, íroknað bankarnar, til somu ella lægri prísir.

Krøv til KT-skipanir
Ein KT-skipan skal vera ein góð og trygg skipan, sum er grundað á og tillagað føroysk viðurskiftir, og tað merkir, at eg tosi um eina føroyska loysn, har allir upplýsingar verða viðgjørdir, umsitnir og goymdir í Føroyum á tryggasta hátt.

Eg eri ikki í iva um, at okkara dugnaligu KT-fólk, bæði tey, sum enn eru í Føroyum og tey, sum vilja flyta til Føroyar, í samband við talgildingina av Føroyum, kunnu veita bæði bankum og landinum, tær bestu tænastur til kappingarførar prísir.

Størv innan KT-vinnuna
Vit hava mist nógv størv innan KT-vinnuna seinastu árini, men við at velja eina føroyska KT-loysn, so fáa vit nógv vitanarkrevjandi arbeiðspláss í Føroyum og eina menning av KT-vinnuni her heima.

Trygdin innan KT-skipanir
Vit skulu altíð seta trygdina í slíkum skipanum í hásætið, so vit goyma og verja persónsupplýsingar hjá øllum føroyingum á tryggasta hátt, og her haldi eg, at tað gerst best við, at hetta verður gjørt og goymt í Føroyum.

Verandi skipanir
Vit hava longu føroyskar skipanir, sum ”MínBoks” og ”MínLykil”, sum eru tryggar og verða brúktar av stovnum, virkjum og privatpersónum, og sum eisini kunnu koma at umfata almenna talgilding og digitala undirskrift, við eini trygd á hægsta støði.

Mín áskoðan
Sjálvur eri eg fyri, at tað eru føroyingar, ið menna, viðgera og umsita okkara KT-skipanir, sum eru neyðugar fyri okkara arbeiðið at talgilda almenna geiran, íroknað bankarnar, og goyma allar upplýsingar á tryggasta stað, heima í Føroyum.

Við einari føroyskari loysn vilja vit koma at síggja eina menning av okkara KT-skipanum, fáa fleiri arbeiðspláss, og eina vinnu, sum kann veita eina góða tænastu til kappingarførar prísir.

Alfred Olsen, løgtingsmaður og formaður í Vinnunevndini
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur