Sambandsflokkurin – Gerhard Lognberg stillar upp í Sandoynni

12. august 2015



Sandoyar Sambandsfelag hevur gjørt av at stilla Gerhard Lognberg upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið.

Hann varð eisini stillaður upp til fólkatingsvalið og gjørdist tað eitt rimmar val fyri flokkin í Sandoynni.

Gerhard hevur politiskt verið ein primus motor í sambandi verkætlanina at byggja undirsjóvartunnil til Sandoynna, og at nú skjótt verður byrjað at bora fyri tunlinum, soleiðis at vit verða nærri meginøkinum.

Sandoyar Sambandsfelag
Joen Peter Petersen, formaður


RN


Aftur