Sambandsflokkurin sera sterkan lista í Eysturoynni

13. august 2015



Samhald, sum er veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy, hevði uppstillingarfund til løgtingsvalið, mikukvøldið 12. august 15, í Sjókaféini í Runavík.

Til løgtingsvalið stillar Samhald 6 valevnir úr Eysturoynni upp, fimm menn og ein kvinna.

Sambandsflokkurin hevur við hesum valevnum ein sera sterkan lista í Eysturoynni við tað, at øll valevnini eru roynd í politikki, tey flestu enntá við drúgvum politiskum royndum.

Umframt tey fýra, sum hava sitið hetta valskeiðið sum løgtingslimir fyri Sambandsflokkin, er talan um Magnus Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu og Vinjard Johansen, sum hevur havt sæti á tingi sum varamaður.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, hevur áður boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til komandi býráðsval og hann endurtók hesa fráboðan á fundinum.

Valevnini hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni eru:

1. Alfred Olsen, løgtingsmaður, Toftir
2. Edva Jacobsen, løgtingskvinna, Fuglafjørður
3. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Strendur
4. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Lamba
5. Reimund Langgaard, løgtingsmaður, Leirvík og
6. Vinjard Johansen, sølumaður, Saltangará


RN


Aftur