KVF skal vera fyri øll - eisini fólk, sum bera brek

13. august 2015



Støðan skal gerast enn betur viðvíkjandi atkomu til sendingar hjá Kringvarpi Føroya hjá fólki, sum bera brek.

Innan hettar økið manglar nakað í enn at liva upp til ST-sáttmálan, grein 30., sum m.a. inniheldur atkomu til kringvarp.

Public Service-sáttmálin
Sambært Public Service sátmálanum skulu sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og týdning, í størri mun tekstast og /ella teknmálstulkast. Eitt nú eiga valsendingar í sambandi við løgtingsval at verða tekstaðar og teknmálstulkaðar.

Eisini stendur í sáttmálanum, at tænastur til deyv og tunghoyrd skulu styrkjast.

Øll eiga atgongd til KVF-sendingar
Málið skal vera, at bæði deyv fólk og tey, sum hava ringa hoyrn, skulu hava atgongd til allar sendingar, ið KVF sendir.

Miðvíst arbeiða víðari innan brek-økið og uppfylla ST-sáttmálan
Latið okkum halda fram við at arbeiða fram ímóti at halda tað, sum Føroya Løgting hevur bundið seg til, við at seta ST sáttmálan um rættindi hjá teirra, ið bera brek, í gildi í Føroyum.

Tann jaliga gongdin innan økið má halda fram.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur