Heilsustarvsfólk í fremstu røð í vælferðararbeiði

14. august 2015


Føroysk heilsustarvsfólk skulu trívast og mennast í einum heilsuverki, ið skal lyftast á eitt upp aftur hægri stig


Fá munnu ivast í, at starvsfólkini í heilsuverkinum teljast millum teirra, ið standa í fremstu røð í føroyska vælferðarsamfelagnum.

Av tí sama er umráðandi, at tey trívast og kunnu mennast í sínum týðandi gerningi. Tað kemur øllum borgarum til góðar.

Vit í Sambandsflokkinum vilja arbeiða fyri at hækka støðið á heilsuverkinum upp aftur hægri, og sum politikari má eg siga, at júst hetta er ein stór og spennandi avbjóðing.

Málið má vera, at heilsuverkið gerst eitt hitt besta arbeiðsplássið í Føroyum, har ið fólk ynskja at arbeiða. Nógvir starvsbólkar eru í heilsuverkinum, og tvørfakligt samstarv er alneyðugt fyri at veita borgaranum bestu heildartænastuna.

Trivnaður hevur alt at siga, tí hann ber so nógv annað í sær. Trívast starvsfólk, fær borgarin at kalla automatiskt eina góða tænastu. Fáa starvsfólk góða útbúgving og eftirútbúgving, økist kvaliteturin í fyribyrging og viðgerð eisini at kalla automatiskt.

Her skal virkast fyri at røkka málinum, og saman við flokkinum bjóði eg meg fram at arbeiða fyri hesum.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur