Tímalønt illa fyri

14. august 2015



Seinastu tíðina hevur nógv fokus verið á samfelagsbólkin, ið livir á ella undir fátækramarkinum.

Tað er ein veruleiki, sum vit eiga at fyrihalda okkum til, og sum eitt framkomið land eigur at gera alt fyri at sleppa sær av við. Men passivar veitingar frá tí almenna eru ikki altíð tann besta loysnin.

Passivar veitingar kunnu latast í styttri tíðarskeið, ella so leingi tað er neyðugt, so hesi kunnu fóta sær aftur og virka úti í samfelagnum.

Nýhugsan skal til innan forsorgarlógina, sum tryggjar rættindi og skyldir - ein grundleggjandi tørv, sum er uppgávan hjá tí almenna. Men tað má gerast skilagott, so ongin av okkara borgarum detta niðurímillum - ein skipan har tað møguliga verður neyðugt at raðfesta øðrvísi.

Taka vit ein tímaløntan sum dømi, sum eru í lága lønarendanum við umleið 20.000 kr. um mánaðin, so eru hesi sera illa vard, tá ið okkurt berst á - arbeiðsskaði ella sjúka.

Dagpeningurin er ikki meira enn 80 prosent av einari arbeiðaraløn og er talan um, eftirviðgerð, heilivág og møguligar ferðaútreiðslur, so noyðast tey sjálvi at gjalda størsta partin, í nøkrum føri alt. Um talan er um hjún, sum liva av arbeiðsmanna- ella handverkaraløn, er skjótt at rokna út, at hesi nærkast fátakramarkinum.

Í veruleikanum eru tey tímaløntu verri fyri enn tey, sum eru í ALS skipanini.

Hetta er bólkurin, sum skapar virðini og vinningin í samfelagnum, sum kunnu koma illa fyri.

Vit skulu bøta um korini hjá teimum, sum eru og kunnu koma illa fyri.

Vit skulu ikki seta samfelagsbólkar upp ímóti hvørjum øðrum, tí er neyðugt at viðgera hetta breitt.

Tað er umráðandi, at vit raðfesta rætt. Okkara vælferðartænastur eru alla tíðina undir trýsti og tí er neyðugt at skipa almenna geiran rationelt og effektivt.

Eivin H. Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur