Bjørn Kalsø stillar upp fyri Sambandsflokkin

15. august 2015



Á fundi í Norðoya Sambandsfelag mikukvøldið 12. august boðaði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður frá, at hann eftir áheitan frá felagnum hevur gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið 1. september.

Bjørn Kalsø sigur, at komandi valskeið verður sera avgerandi, tí tá tað gongur við búskaparliga, er umráðandi ikki at missa fótafestið, soleiðis sum fleiri av hinum politisku flokkunum altíð gera.

Ein av stórstu avbjóðingunum verður framhaldandi at skapa vinnuligan vøkstur, og at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum, soleiðis at Landskassin fær eitt mugnagott yvirskot komandi árini, so farast kann undir at gjalda niður skuld. Hetta eigur at verða gjørt samstundis sum heilsuøkið, skúlaøkið, samferðsluøkið og onnur týðandi vælferðarøki verða útbygd og hildin á einum høgum støði, sigur hann.

Bjørn Kalsø er 49 ár, er útbúgvin húsasmiður og lærari. Hann er giftur og eigur tríggjar synir og eina abbadóttur. Harumframt er hann bóndi á Syðradali K.

Hann stillaði fyrstu ferð upp í 2004, tá hann gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Frá 2008 – 2011 sat hann í Løgtinginum og var m.a. limur í Fíggjarnevndini og í Vinnunevndini. Seinastu fýra árini hevur hann verið landsstýrismaður í útbúgvingar og mentamálum. Bjørn Kalsø hevur eisini royndir frá kommunupolitikki. Hann var borgarstjóri í Húsa Kommunu í tvær setur frá 1996 – 2004.

Norðoya Sambandsfelag fegnast um, at Bjørn Kalsø stillar upp, og vónar at hann fær dygga undirtøku á valinum, tí royndirnar hava víst, at hann hevur evnini at samstarva og at fremja politisk mál bæði í Løgtinginum og sum landsstýrismaður.

Hetta skeiðið hevur talið av lesandi verið methøgt, og útboðið av útbúgvingum hevur ongantíð verið so fjølbroytt í Føroyum sum nú. Bæði á miðnámsskúlaøkinum, yrkisútbúgvingarøkinum, innan maritimar útbúgvingar og aðrar hægri útbúgvingar eru nýggjar viðkomandi útbúgvingar bodnar út, og aðrar eru á veg. Fleiri nýggj skúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum, sum als ikki eru komin upp á tal fyrr, eru sett á stovn, og ætlan er gjørd um, hvussu tørvuri á hesum øki verður nøktaður komandi árini. Lestrarstuðulin til lesandi við børnum er hækkaður og fleiri stórar og neyðugar útbyggingar eru gjørdar á skúla- og mentanarøkinum.

Norðoya Sambandsfelag


RN


Aftur