Heini Fosaa stillar upp fyri Sambandsflokkin

15. august 2015



Heini er føddur í 1967, og er uppvaksin og búsitandi í Tórshavn

Útbúgvin Innan timbur og byggitilfar.

Seinastu 23 árini havi eg starvast sum stjóri í og eigari í P/F Havnar Timburhandli og 2x3.

Heini sigur, at vit hava øll okkara hjartamál, hvørt tað so er innan vinnulív, sosiala økið, umhvørvið ella mentan.

Mín sannføring er, at einki samfelag verður væl fyrisitið, við útgangstøði í einari einsamallari politiskari hugmynd. – um stýrt verður uttan fyrilit, er vandi fyri, at partar av samfelagnum verða fyri vanbýti og fella í órøkt.

Stevnuskrá Sambandsfloksins byggir á frælslyndi og samfelagssinni - hugtøk, sum geva rúm fyri tí fríða framtakseminum og rúmar karmar fyri vinnulívið at virka innan - sum tryggja okkum eitt sunt samfelag - sum veitir okkum rættartrygd og rættvísi - og samstundis hevur evnini og viljan at taka sær av borgarum sínum.

.... Eitt samfelag fyri øll!

Heini sigur víðari, at hetta er ein skrá, sum hann tekur fult undir við, og vil virka fyri at føra út í lívið. Hann hevur tí gjørt av at stilla upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið 1. september 2015.


RN


Aftur