Valevni til løgtingsvalið!

15. august 2015



Eftir áheitan frá lokalfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni – Samhald – og eftir nakað av umhugsunartíð, so havi eg tikið avgerð um at bjóða meg fram sum valevni fyri flokkin á løgtingsvalinum 1. september.

Frá fleiri havi eg fingið spurningar um hesa avgerð, og eru tað serliga tríggir spurningar, sum eg fái.

Tann fyrsti spurningurin er, hví geri eg tað?

Jú, eg bjóði meg fram, tí eg:
• Havi sera stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum
• Havi ognað mær politiskar royndir, sum eg kann gera brúk av
• Havi fingið samfelagsinnlit, sum kann gagna politiska arbeiðinum
• Havi orku og áræði at taka við landspolitiskum avbjóðingum
• Ynski fegin at vera við til at føra Føroyar enn longur fram á leið

Tann næsti spurningurin er, hví fyri Sambandsflokkin?

Jú, tí eg taki fult undir við stevnu floksins, sum m.a. sigur:
• Sambandsflokkurin er ein demokratiskur flokkur
• Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur
• Sambandsflokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur
• Sambandsflokkurin heldur, at ríkisfelagsskapurin við Danmark er týðandi fyri samfelagsmenningina í Føroyum

Tann triði spurningurin er, hvørji seráhugamál eg havi?

Skal eg nevna trý, so eru tað hesi:
• Samfelagsbúskapur
• Vinna
• Vælferð

Gott val!

Magnus Rasmussen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið
 


RN


Aftur