Skjótari sjúkraviðgerðir til føroyskar borgarar

15. august 2015


Bíðilistin til sjúkraviðgerð má nú styttast, og ein dygdarskipan eftir altjóða leisti eigur at verða sett í verk á føroysku sjúkrahúsunum


Um borgarar í Føroyum skulu uppliva eitt upp aftur betri og miðvísari heilsuverk, mugu politikarar og tey, ið annars varða av heilsuverkinum, veruliga leggja seg í selarnar fyri at minka um bíðilistan til viðgerðir á sjúkrahúsum okkara.

Í fyrsta umfari kundi málið verið ein bíðitíð í 1-2 mánaðir – alt eftir hvørja sjúku, ið talan er um.

Frameftir kemur heilsuverkið – herundir sjúkrahúsini – undir støðugt størri trýst. Tí má meirfígging finnast, og tað vil Sambandsflokkurin arbeiða fyri.

Dygdarskipan eftir altjóða leisti
Harumframt eigur ein sonevnd dygdarskipanin (akkrediteringsstandardir) at verða sett gildið á okkara sjúkrahúsum.

Endamálið við einari dygdarskipan, sum heimsheilsustovnurin, WHO, mælir til, er at varðveita trygd og dygd í øllum heilsuveitingum. Harumframt, at øll starvsfólk fáa felags leiðreglur at halda seg til, og at sjúklingagongdin byggir á tvørfakligt samstarv.

Í hesum liggur eisini, at kanningar av nøgdsemi javnan skulu gerast millum starvsfólk og sjúklingar.

Tilvild í heilsutænastum, sum sjúklingar av og á uppliva á sjúkrahúsum okkara, má ikki koma fyri. Vit vita, at tað tíverri eru fólk, sum hava negativar upplivingar á sjúkrahúsum við ónøktandi tænastu og viðgerð, og slíkt skal fyribyrgjast so væl, sum tilber. Tíbetur halda tey flestu, at tænastan er góð.

Dygdarskipanin vil ivaleyst gera tað hugaligari og meira avbjóðandi hjá starvsfólkum at arbeiða, mennast og trívast.

Felags støði í felags málum
Heilsumál eru felags málsøki í Ríkisfelagsskapinum, og tey málsøkini skulu Føroyar og Danmark í felag tryggja eru á einum høgum støði.

Langtíðarskaðin frá fullveldislandsstýrinum, sum tilvitað skar í tryggastu inntøkunum, rakar heilsuverkið, tí partur Danmarkar av heilsufíggingini er minkaður í stórum. Samstundis er tørvurin á heilutænastum øktur í sera stóran mun.

Hetta hongur ikki saman, og eitt nýtt landsstýrið má tí arbeiða hart fyri at fáa føroyska heilsuverkið upp á eitt støðið, sum líkist tí danska.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum torir at standa við felags virðini í Ríkisfelagsskapinum – og vit vilja hava felags málsøkini, t.d. heilsuverkið, dagførd.

Hesum vil eg politiskt arbeiða fyri.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið



RN


Aftur