Tilfeingið í listini

15. august 2015



Tað er sera týdningarmikið, at vit av álvara fara í holt við at viðurkenna aðrar vinnur sum veruligar vinnur, og síggja møguleikar aðrastaðni í tí tilfeinginum, sum vit eru so heppin enn at eiga í landinum.

Ì áravís hava vit hoyrt um fisk, skip, trolarar, aling – okkara høvuðsvinna, okkara einasta vinna, sum vit øll kunnu verða samd um er sera viðbrekin.

Her hugsi eg um tað ovurstóra tilfeingið vit hava í okkara listafólki.

Vit geva okkum kanska ikki far um, hvussu nógv listin og listarligt arbeiði fyllir í okkara gerandisdegi.

Ferð eftir ferð gera føroyingar seg galdandi uttanlands - tað veri seg innan myndlist, tónleik, film, sjónleik og skriving. Men hyggur tú nærri at teimum, sum veruliga gera seg galdandi innan listina, so búgva tey ikki her. Tey flyta.

Sjálvandi eru ymiskar orsøkir til, at tey ikki hava møguleika at búgva í Føroyum fyri at kunna útinna sína list, men eitt samfelag, sum skal eitast at fylgja við tíðini og skapa góðar umstøður fyri sínar borgarar, má og skal skapa umstøður hjá kreativum og útbúnum listafólki at liva og virka her.

Og her kemur hugburðsbroytingin inn, tí stuðla vit listini, fáa vit sum samfelag tað afturgoldið mangar ferðir.

Hetta vit hava fleiri dømi um í okkara grannalondum, sum við miðvísum arbeiði hava staðfest, at listarligt arbeiði eisini er ein vinnugrein, ein inntøkukelda og ein útflutningsvøra.

Sjálv listin skapar fleiri arbeiðspláss, trivnað, fólkavøkstur og samfelagsliga og persónliga menning.

Tað er av alstórum týdningi, at vit viðurkenna listina sum eina vinnugrein, og viðurkenna okkara skapandi listafólk sum eina statt í samfelagnum, sum so dyggiliga hevur givið og gevur sítt ískoyti til samfelagsligu menningina.

Eitt annað tilfeingið, ið eisini skal stuðlast og mennast, eru tey mongu ítróttarfólkini, sum við sínum framúr úrslitum, eru ambassadørar fyri land okkara.

Eg vil, sum eitt av valevninum hjá Sambandsflokkinum bjóða meg fram fyri at bøta um umstøðurnar eisini hjá hesum samfelagsborgarum.

Petra Iversen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur