Nýbrot í føroyskari skúlasøgu

15. august 2015



Nógv hevur verið tosað um skúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum aftaná fólkaskúlan. Tí hesi og familjur teirra flyta av landinum at fáa hóskandi tilboð.

Fyri fýra árum síðan var eitt slíkt skúlatilboð - Rásin í Runavík, sum hevur tikið 7 næmingar inn 3. hvørt ár, - ella 2,33 næmingar árliga.

Hetta var støðan, hóast tað sambært ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum ið bera brek, er okkara skylda, at útvega øllum uttan mun til førleikar, møguleikan at taka eina útbúgving.

Frá 2,33 til 34 eftir 4 árum
Í míni tíð í Mentamálaráðnum er stór orka løgd í at útvega fleiri skúlatilboð til nevnda málbólk, og tað hevur eydnast. Í summar byrja ikki færri enn 34 næmingar í slíkum tilboðum:

• 11 innan autismuøkið í Hoydølum
• 8 á serliga skipaðari breyt á Kambsdali
• 7 á Rásini, sum fer at taka næmingar inn á hvørjum ári
• 3 í Skúlanum á Trønni, - nýtt tilboð til næmingar, aftaná fólkaskúlan
• 5 í serflokkinum í Skúlanum á Fløtum, - fyrireikingarflokkur til miðnámsskúlan.

Hetta er nýbrot í føroyskari skúlasøgu.

Lat okkum sleppa at gera arbeiðið liðugt
Hóast 34 ung við serligum avbjóðingum fáa skúlatilboð í summar, eru vit ikki komin á mál. Metingar vísa, at tørvurin er størri. Orsøkin er m.a., at tá hinir politisku flokkarnir hava umsitið málsøkið, er nógv tosað, - og einki gjørt.

Men vit hava samstarvað við Meginfelag Teirra íð Bera Brek, Javna, Autismufelagið, skúlar og aðrar viðkomandi partar og arbeitt miðvíst.

Ein greið ætlan um, hvussu vit næstu 4 árini nøkta allan tørvin er eisini gjørd. Eftir ætlanini verða fleiri skúlatilboð skipað - eisini aðrastaðni í landinum: m.a. í Norðoyggjum, í Suðuroy og í miðstaðarøkinum.

Tilboðini eru laga til føroysk viðurskifti við íblástri úr Íslandi og Danmark og byggja á meginregluna um inklusión.

Víð tínari atkvøðu, røkka vit málinum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið



RN


Aftur