Um andstøðan sleppur framat ...

15. august 2015



Um politisku vinmenninir, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen, sleppa at gera álvara av at skipa samgongu eftir valið, er sera skjótt, at tað fer at mangla ein milliard í landskassanum.

Tað eru fleiri orsøkir til, at eg stúri almikið, um verandi andstøða ger samgongu eftir valið. Eg hugsi bæði um teirra politikk mótvegis Ríkisfelagsskapinum og um teirra virðisgrundarlag, men eg hugsaði í hesum lesarabrævinum einans at hyggja eftir, hvussu galið tað kann koma at ganga við teirra fíggjarpolitikki.

Tann 29. apríl í 2014 atkvøddi allur Javnaðarflokkurin og allur Tjóðveldisflokkurin fyri, at vit aftur skulu til at skatta pensjón við útgjald. Framsókn var ikki til staðar í atkvøðugreiðsluni – so eg veit ikki, hvat hann meinar um málið. Hetta er ein lækking í inntøkunum á nærum 300 mió.kr. um árið komandi árini. Kanska skal lønarskatturin aftur hækka? Um ikki, so skal undirskotið væl økjast.

Tann 18. apríl í ár meldaði Aksel V. Johannesen út, at tey ynsktu at geva ein skattalætta til lág- og miðallønt fyri 2-300 mió.kr.

Tann 18. apríl í ár greiddi Javnaðarflokkurin somuleiðis frá, nú skulu tey ríku eisini fáa ókeypis barnaansing. Sum nokk øllum kunnugt, so fáa tey lágløntu ókeypis barnaansing í løtuni, men hetta ynskir Javnaðarflokkurin skal verða galdandi fyri tey háløntu eisini. Tó ynskja tey “einans” at byrja við at koyra tað niður í helvt, og kostar tað umleið 100 mió.kr.

Tað er trupult at siga, hvussu nógv Tjóðveldi ynskir at skarva av ríkisveitingini, men tey hava greitt meldað út, at hon sjálvsagt skal burtur. Í 1999 søgdu tey, at hon skuldi burtur innan 15 ár, t.v.s. at eftir tí, skuldi hon longu verið burtur. Í 2002 kvettu tey 366 mió.kr. í einum, so kanska man kann gita, at teir vilja minka hana við eini 300 mió.kr. árliga.

Afturat hesum er eitt ótal av øðrum útreiðsluøkingum og inntøkuminkingum, men um vit bara halda okkum til hesi 4 stóru punktini, so er hetta áleið ein milliard krónur árliga – skeiva vegin.

Vónandi hevur veljarin eisini hetta í huganum, tá krossurin skal setast tann 1. septembur.

Reimund Langaard, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur